Fótbóltur

HB skal halda ferðini

HB skal vinna á Argjum fyri at framhaldandi hava fult stigatal..

2020-05-24 12:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Liðini sum HB helst fer at kappast við í ár, B36 og KÍ, vunnu í gjár. Víkingur hevur eisini vunnið í umfarinum; tað var á NSÍ, sum eisini roynir at bjóða av í toppinum.

Víkingur er einasta "topp-fimm liðið", sum hevur mist móti "botn-fimm liðið" higartil. Tað var í 1. umfarinum, tá tað endaði við málleysum javnleiki á Argjum.

[object Object]Víkingur megnaði ikki at skora á Argjum í 1. umfari


Tað er ikki nógv, ið bendir á, at AB kann órógva HB á sama hátt. Argjamenn hava ikki skorað í ár, var fullkomiliga við unfirlutan móti B36 og liðið hevur trupult við at arga "stórabeiggja". HB vísti eisini í Fuglafirði seinasta vikuskifti, at liðið við ágangandi og góðum spælið kann kroysta eitt lið við minni góðsku heilt niður. Tað var 3-0 í hálvleikinum og eitt reytt kort tíðliga í seinna hálvleiki til Daniel Johansen gjørdi, at HB ikki fekk lopið á við somu megi. 

[object Object]
Daniel Johansen legði upp til tvey mál í Fløtugerði seinast

Ein avloysari skal finnast á vinstra bakki, og HB skal í dag royna  t vinna í leiklutinum sum greiður favorittur triðja vikuskifti á rað a, áðrenn veurliga royndirnar hjá liðnum hjá Jens Berthel Askou koma í næstu umførunum (Víkingur og B36)

[object Object]
Símun Samuelsen skal í dag royna at skelkað gamla lið sítt í leiklutinum sum venjari hjá AB (Mynd: Sverri Egholm)

Fyrsta bríksl Inni í Vika er klokkan 15.00. Vit hava beinleiðis dagføring og myndir frá dystinum og taka aftaná samanum. 



Betrideildin, 3. umfar

24/5

(15.00): AB - HB


23.05


Við Margáir 

EB/Streymur - TB 2-0 (2-0)
40' Gutti Dahl Olsen (Ragnar Bjartalíð Danielsen) 1-0
44' Niklas Kruse (Tóki Johannesen) 2-0


EB/Streymur (4-3-3): Rói Zachariasen - Petur Zachariasen, Árni Grunnveit Olsen (L), Bjarni Petersen, Ragnar Bjartalíð Danielsen - Tóki Johannesen, Hjalti Kárason Djurhuus, Símun Sólheim - Teitur Debes Olsen, Gutti Dahl-Olsen, Niklas Tummasarson Kruse 

Venjari: Jákup Martin Joensen

TB (5-3-2): John Jacobsen - Jens Erik Bruhn, Poul Ingason, Ndende Adama Gueye, Rasmus Møller, Eirikur Ellendersen - Musah Armah, Dánjal Godtfred, Rógvi Joensen - Samudeen Musah, Mads Raben

Venjari: Micheal L. Winther (hevði leikbann - so Karl Øster var á síðulinjuni) 

Í Gundadali 
B36 - Skála 6-2 (4-1)
15' Jan Ingason Hansen 0-1
25' Árni Frederiksberg (Sonni Ragnar Nattestad) 1-1
36' Michal Przybylski (Sebastian Pingel) 2-1
38' Sebastian Pingel 3-1
45'(+2)  Alex Mellemgaard (Sebastian Pingel) 4-1
75' Meinhard Egilsson Olsen 5-1
83' Niels Pauli Danielsen (br.) 5-2 
84' Ragnar Samuelsen (Meinhard Egilsson Olsen) 6-2

B36 (4-2-3-1): 
Símun Rógvi Hansen - Benjamin Heinesen, Eli Falkvard Nielsen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard - Magnus Holm Jacobsen, Erlendur Magnusson - Árni Frederiksberg (L), Michal Przybylski, Meinhard Egilsson Olsen - Sebastian Pingel

Vernjari: Jákup á Borg

Skála (4-4-2): Bárður á Reynatrøð - Jóhan Waag Høgnesen (18' Teitur Poulsen), Kristian Martin Jakobsen, Hjati Strømsten, Djóni Jansson Petersen - Heðin Klakstein, Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen, Ronni Møller-Iversen - Andreas Egeberg Jacobsen (41' Poul Kallsberg), Jan Ingason Hansen

Venjari: Bill McLeod Jacobsen

Í Fløtugerði: 
ÍF - KÍ 1-4 (1-2)
26' Jóannes Bjartalíð 0-1
27' Uros Stojanov 1-1
44' Jákup Biskopstø Andreasen 1-2
77' Jóannes Bjartalíð 1-3
84' Páll Andrasson Klettskarð 1-4

ÍF (4-4-2): Milos Budakovic - Sjúrður Pauli Nielsen, Tóri Nolsøe Olsen, Jan Ólavsson Ellingsgaard (L), Andy Olsen - Dánjal á Lakjuni, Hákun Edmundsson, Karl Løkin, Ari Ólavsson Ellingsgaard - Filip Djordjevic, Uros Stojanov

Venjarar: Hans Jørgen Djurhuus og Ólavur Larsen

KÍ (4-4-2): Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen - Jóannes Bjartalíð, Alessio Hyseni, Jákup Biskopstø Andreasen (L), Boris Dosljak - Ole Erik Midtskogen, Patrik Johannesen 

Venjari: Mikkjal Kjartansson Thomassen

 

22.05

Í Sarpugerði:
Víkingur - NSÍ 1-0 (1-0)
17' Ari Olsen 1-0

Víkingur (4-2-3-1): Elias Rasmussen - Ari Olsen, Atli Gregersen (L), Vukasin Tomic, Elias Lervig - Gunnar Vatnhamar, Bogi Reinert Petersen - Lukasz Cieslewicz (85' Ingi Jonhardsson), Sølvi Vatnhamar (88' Arnbjørn Svensson), Jákup Johansen (69' Andreas Lava Olsen), - Finnur Justinussen

Venjari: Eyðun Klakstein

NSÍ (5-3-2): Tórður Thomsen, Bárður Jógvansson Hansen, Jákup Jakobsen, Oddur Árnason Højgaard, Rógvi Egilstoft Nielsen, Jann Julin Benjaminsen (65' Salmundur Bech) - Aron Knudsen, Betuel Hansen, Mórits Heini Mortensen (78' Búi Egilsson) - Klæmint Andrasson Olsen, Petur Knudsen

Venjari: Glenn Ståhl


Støðan

1. B36 (9 stig)
2. Víkingur (7 stig)
3. NSÍ (6 stig)
4. KÍ (6 stig)
5. HB (6 stig) *
6. EB/Streymur (3 stig) 
7. ÍF (3 stig)
8. AB (1 stig) *
9. TB (0 stig) 
10. Skála

* Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder