Fótbóltur

HB skal verja steypið 19. september - KÍ ella Víkingur bjóða av

HB er aftur í steypafinaluni hjá kvinnum. Hetta er greitt eftir samanlagdan 6-1 sigur á 07 Vestur. Í kvøld verður greitt, um Víkingur ella KÍ verður hitt liðið á Tórsvølli. Til ber at fylgja seinnu hálvfinaluni, sum byrjar klokkan 19 í Sarpugerði, ovast á Portalinum.

HB kom afturum í seinnu hálvfinaluni, men í seinna hálvleiki koppaði heimaliðið tað til sín fyrimuns. Harvið ber tað framvegis til, at HB lyftir steypið aftur í 2026 (Mynd: Sverri Egholm)

HB kom afturum í seinnu hálvfinaluni, men í seinna hálvleiki koppaði heimaliðið tað til sín fyrimuns. Harvið ber tað framvegis til, at HB lyftir steypið aftur í 2026 (Mynd: Sverri Egholm)

2026-09-02 12:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB vann fyrru hálvfinaluna 3-0 í Sørvági og gjørdi arbeiðið liðugt í Gundadali í gjárkvøldið.

Sissal Haraldsen skoraði annars fyri 07 Vestur, tá tíggju minuttir restaðu í av 1. hálvleiki og fekk harvið spenning í samanlagt. 

Men í 2. hálvleiki var eingin ivi: Brá Zakariasardóttir, Julia Naomi Mortensen og Lea Lisberg skoraðu, HB vann 3-1 í seinnu hálvfinaluni og 6-1 samanlagt.

Harvið skulu verandi steypavinnararnir aftur á Tórsvøll. HB vann 1-0 á KÍ í finaluni í fjør, tá undir leiðslu av Lukaszi Cieslewicz sum nú er høvuðsvenjari hjá monnum. Nú er Eyðvør Jakobsen venjari og HB skal royna at endurvinna 19. september.

[object Object]

[object Object]Stórur fagnaður í HB-leguni eftir at steypagullið var komið í hús (Myndir: sverri Egholm)

Spurningurin er so, um tað verður endurtøka av finaluni í 2025, HB - KÍ, ella um Víkingur vinnur seg við.

KÍ vann fyrru hálvfinaluna 1-0. Seinna hálvfinalan verður spæld í Sarpugerði í kvøld, og har er lagt upp til spenning. Dysturin byrjar klokkan 19.00 og sæst hjá Televarpinum.

Til ber at fylgja gongdini í seinnu hálvfinaluni ovast á Portalinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder