Fyrsti dysturin í 6. umfari í Betrideildini er á skránni í kvøld klokkan 18. Hann er í Gundadali, har HB tekur ímóti EB/Streymi.
6. umfar í Betrideildini
Í dag, fríggjadagin 19. apríl
18.00: HB - EB/Streymur
Í morgin, leygardagin 20. apríl
18.30: KÍ - B68
Sunnudagin 21. apríl
15.00:
Víkingur - B36
07 Vestur - Skála
17.00: ÍF - NSÍ
Støðan í Betri deildini hjá monnum eftir fimm umfør
1. Víkingur 15 stig
2. HB 12 stig
3. B36 10 stig
4. 07 Vestur 10 stig
5. KÍ 9 stig
6. NSÍ 9 stig
7. EB/Streymur 4 stig
8. Skála ÍF 3 stig
9. B68 1 stig
10. ÍF 0 stig
Les eisini: 6. umfar byrjar nú
HB vann á arvafíggindanum og trífaldu føroyameistarunum sunnudagin. Harvið er liðið hjá Adolfo Sormani í góðari støðu. Ein sigur í kvøld sendir HB undir liðuna á Víkingi, hvat stigum viðvíkur. Víkingarnir hava stórdyst móti B36 í Sarpugerði sunnudagin.
HB lat tvey mál inn í stórsteypadystinum og tveimum teimum fyrstu umfarinum, men síðani er einki farið inn hjá Teiti Matras Gestsson. Nú skal HB veruliga skapa dystin móti EB/Streymi, ið helst fer at vera verjukent móti stórfavorittunum í Gundadali.
HB hevur víst seg sum ein hart arbeiðandi eind higartil í 2024. Her fegnast teir um sigursmálið hjá Bartal Wardum í sigrinum á KÍ sunnudagin (Mynd: Sverri Egholm)
Sunnudagin vann EB/Streymur heili 5-0 í botndystinum móti ÍF. Harvið er liðið nú á 7. plássi. EB/Streymur spældi javnleik móti HB á útivølli í 2022. Tað er eydnast at vinna í Gundadali síðani 2017, tá man vann allar tríggjar dystirnar á HB sum uppflytari.
Tá var Sigfríður Clementsen venjari hjá HB. Hann er í gongd við sítt annað ár aftur í EB/Streymi við einum ógvuliga ungum liði. Tað eru ikki slíkir dystir sum tann í kvøld, har EB/Streymur skal hava stig, men tað snýr seg íhvussu er um at vera við í dystinum so leingi sum møguligt og so royna at taka okkurt við heim.
Dysturin í kvøld sæst í Televarpinum. FM1 sigur eisini frá. Til ber at fylgja gongdini á forsíðuni hjá Portalinum.
Tøl: Faroesoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald