Seinasti dysturin í 4. umfari í Betrideildini hjá monnum varð spældur í kvøld á Svangaskarði. Talan var um eina uppgerð, sum upprunaliga var á skránni í gjár, sunnudaginc7. apríl, men vegna vánalig veðurlíkindi varð dysturin fluttur,
Nakað av vindi var men annars góð fótbóltslíkindi á Toftum, har tað sum heild eisini var ein inntensur dystur, har útiliðið dró longra stráðið.
HB gjørdi bart næstan beinanvegin. Ási Dam vann bóltin í høgru, fann Ejvind Restorff Mouritsen, sum sendi Mohmmaed Samba væl av stað í dýbdina. Vongurin sendi bóltin flatt inn fyri, og heldur tilvildarliga endaði bóltin fyri føturnar á Jacob Johansson, og eins og í 2. umfari móti Víkingi søkti danin støðuna og fekk beint bóltin í málhornið.
Jacob Johansson skoraði sítt fyrsta mál í føroyskum fótbólti í Sarpugerði í 2. umfari - í dag skoraði hann avgerandi mál á Svangaskarði (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Fyrrverandi B68-vongurin hevði annars størstu møguleikarnar hjá HB fyri steðgin. Samba var tó ikki neyvur. Sum heild hevði HB leikliga yvirvág, men B68 hótti eisini. Brøðurnir úr høvuðsstaðnum, Villiam Emil Klein og Bartal Páll Klein høvdu hvør sína ógvuliga nasku roynd: Harða skotið hjá Villiami rakti stongina, og blaðungi Bartal skeyt beint framvið, eftir at hann hevði runnið seg í heilt rætta støðu.
Fyrsta stóra korterið av 2. hálvleiki sat HB so at siga á øllum, og tað burdi verið 0-2: Málskjúttin Jacob Johansson rakti stongina eftir gott HB-spæl, og Áki Samuelsen var eisini nær við. Tórður Thomsen í B68-málinum gjørdi tó sítt.
Tá dysturin ikki varð punkteraður, fekk B68 nýtt lív. Liðið hjá Jákupi á Borg stríddist væl og hevði fleiri vandamiklar støður seinastu løtuna, tá trýstið øktist á HB-málið, og útiliði - sum í dag spældi í grønum - fall longur og longur aftur á vøllinum.
Teitur Matras Gestsson hevði tvær stórbjargingar, og í 81. minutti varð ógvuliga tunt fríspark dømt móti honum eftir hornaspark. Bólturn endaði í málinum í sekundunum aftaná - floytan hjá Bjarka Danielsen hevði tó ljóðað beintsum skotið fall.
B68 kastaði nógv fram, men manglaði seinastu góðskuna í innleggunum og helst eisini ein boksspælara - áleypararnir vórðu skiftir út tá. Samuel Chukwudi, Bartal Wardum og hinir fingu ruddað fleiri ferðir, og tá Tórður Thomsen kom fram við í yvirtíðini, noyddist royndi málverjan at spurta aftur og stórbjarga.
Mynd: portal.fo - í samstarv við dystir.fo
HB kundi økt, men B68 kundsi saktans eisini fingið mál og stig á Svangaskarði. Adolfo Sormani og hansara menn kunnu fegnast um trý stig afturat, og nú verður sæð fram móti stórdystinum móti KÍ sunnudagin. B68 hevur higartil eitt stig og spælir aftur á heimavølli næsta mánakvøld, tá 07 Vestur vitjar.
Betrideildin 4. umfar
Svangaskarður, sunnudagin 07.04
B68 - HB 0-1 (0-1)
9' Jacob Johansson (Mohammed Samba) 0-1
Sí liðuppstillingar og annað her
Støðan í Betri deildin hjá monnum eftir fýra umfør
1. Víkingur 12 stig
2. B36 10 stig
3. KÍ 9 stig
4. HB 9 stig
5. 07 Vestur 7 stig
6. NSÍ 6 stig
7. Skála ÍF 3 stig
8. EB/Streymur 1 stig
9. B68 1 stig
10. ÍF 0 stig
Dystarskráin sæst á fsf.fo
Sí eisini: 07 Vestur sló til í yvirtíðini í Gundadali
Sí eisini: Árni og Páll bjargaðu KÍ
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald