Fótbóltur

HB sløkti FM-vónina hjá Víkingi

Víkingur legði seg annars á odda í øðrum minutti, men HB vann dystin 2-1. Níggju stig eru upp til KÍ á fyrsta plássið, og tí tykiskt FM at vera avgjørt.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-08-02 20:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Víkingur var í kvøld á vitjan hjá HB í Gundadali. Leingi bendi alt á, at Víkingur fór at vinna, men síðst í dystinum fall avgerðin til fyrimuns fyri heimaliðið.

Bara hálvur annar minuttur var farin tá Martin Klein Joensen setti bóltin í HB-málið. Síðani setti HB seg á spælið, men fekk lítið burturúr. Í seinna hálvleiki helt gongdin fram, og HB spældi seg fram til fleiri møguleikar.

Í 78. minutti bragdaði eftir hornaspark, tá Pætur Petersen stóð leysur og skallaði bóltin í netið. 1-1 og heimaliðið fór eftir øllum.

Í tíðini, sum dómarin legði afturat stóð Pætur Petersen aftur klárur eftir horna, og tryggjaði HB sigurin 2-1.

Víkingur missir nú í FM-stríðnum, og er nú níggju stig aftanfyri KÍ, sum hevur 46 stig á fyrsta plássið. HB er komið upp á 31 stig og seks stig eru upp til Víking við 37 stigum á øðrum plássið.

HB - Víkingur 2-1 (0-1)
2’ Martin Klein Joensen 0-1
78’ Pætur Petersen 1-1
90’ Pætur Petersen 2-1

Støðan í Betri deildini

1. KÍ 46 stig (16 dystir)
2. Víkingur 37 stig (16 dystir)
3. HB 31 stig (16 dystir)
4. B36 22 stig (15 dystir)
5. EB/Streymur 21 stig (16 dystir)
6. 07 Vestur 18 stig (16 dystir)
7. AB 17 stig (16 dystir)
8. NSÍ 15 stig (16 dystir)
9. B68 11 stig (16 dystir)
10. Skála 8 stig (15 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder