Fótbóltur

HB spælir á Tórsvølli hósdagin

Norðurírska felagið úr írsku deildini vitjar. HB stendur sum ein lítil favorittur til hendan fyrra dystin móti Derry City í Conference League.

HB vann á Maccabi Haifa, tá liðini hittust á Tórsvølli fyri tveimum árum síðani. Liðið úr Ísrael fór trygt víðari samanlagt - nú skulu Mikkel Dahl og liðfelagirnir royna at skriva nýggja søgu (Mynd: Sverri Egholm)

HB vann á Maccabi Haifa, tá liðini hittust á Tórsvølli fyri tveimum árum síðani. Liðið úr Ísrael fór trygt víðari samanlagt - nú skulu Mikkel Dahl og liðfelagirnir royna at skriva nýggja søgu (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-11 08:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu árini hevur HB fingið nøkur góð evropeisk úrslit, men tað hava eisini verið stór vónbrot. Í fjør varð HB sligið út í fyrsta umfari í Conference League móti Newton AFC úr Wales. HB vann fyrra dystin, sum var í Gundadali, 1-0 og var leikliga greitt omaná. Í Wales endaði tað 2-1 eftir 90 minuttir, og í brotssparkskappingini var heimaliðið omaná.

Tað var undir Dalibor Savic. Nú er Jákup Martin Joensen við róðrið í norðara enda av Gundadali. Eiðismaðurin byrjaði árið sum hjálparvenjari hjá "Dali", segði tó skjótt upp, áðrenn hann var settur sum høvuðsvenjari ein stóran mánaða seinni. 

HB megnar ikki at elta KÍ í landskappingini men hevur framvegis góðan møguleika í steypakappingini. Nú bíðar evropeiska uppgávan, og mótstøðuliðið í fyrsta umfari í Conference League er Derry City.

Derry liggur í Norðurírlandi - beint við landamarkið til Írlands - men orsakað av ófriðaligu støðuni í økinum, og eisini í samband við dystir hjá Derry City, fór felagið úr norðurírsku deildini í 1972. Síðani 1985 hevur felagið spælt í írsku kappingini. Í videobrotinum hjá viðurkenda Tifo Football niðanfyri er frágreiðing um kringumstøðurnar viðvíkjandi hesum.


(Tifo Football/Youtube)

Í fjør endaði Derry City á 2. plássi og vann sær harvið rættin til evropeiska plássið. Nú summarsteðgur er í írsku kappingini, er Derry á 3. plássið - fýra stig frá Shamrock Rovers á 1. plássinum. Í seinastuni hevur tað tó ikki gingið so væl: Derry hevur bert vunnið tveir av sínum átta dystum. Harav hevur liðið tapt ein móti Sligo Rovers, sum Stefan Radosavljevic spælir við, men fríggjadagin eydnaðist at vinna á fyrrverandi HB-spælaranum og liðfeløgunum hansara við málið í yvirtíðini.

Írska deildin er styrkismett nakað hægri enn tann føroyska, bygt á evropeisk úrslit seinastu fimm árini. Talan er um fulltíðar fótbóltsspælarar, og kappingin er væl javnari enn Betrideildin.

Tó hava veddingarfyritøkurnar fyribils HB sum lítlan favoritt til fyrra dystin. Her spælir heimavøllurin helst sín stóra leiklut, og HB hevur eisini góð evropeisk úrslit á heimavølli síðstu árini. Ein tøtt uppgerð er í væntu. HB og Derry City bresta saman á Tórsvølli hóskvøldið klokkan 19. Televarpið sendir dystin.

[object Object]
HB hevur vunnið sínar tríggjar seinastu evropeisku heimadystir - allir í Conference League - og ikki tap ein slíkan síðani 2016 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sí eisini: 
Víkingarnir eru komnir til Andorra

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder