Fótbóltur

HB tryggjar sær Hørð Askham tvey ár afturat

Hann gjørdist skaddur í landsdysti móti Svøríki, og verður ikki á vøllinum í fleiri mánaðir. Men HB hevur í dag tryggjað sær verjuleikaran Hørð Askham, sum kom til felagið undan kappingarbyrjan í ár.

Hørður Askham her í dysti móti Benjamin Heinesen úr B36 (Mynd: Sverri Egholm)

Hørður Askham her í dysti móti Benjamin Heinesen úr B36 (Mynd: Sverri Egholm)

2019-10-02 19:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

HB gjørdi í gjár tvey-ára sáttmala við málverjan Teit Matras Gestsson, og hevur í kvøld gjørt enn ein tvey ára sáttmála. Hesum boðar felagið frá á heimasíðuni.

Talan er um sáttmála við Hørð Askham, sum kom til HB undan hesum kappingarárinum, og hevur røkt fleiri pláss á vøllinum. Í august spældi hann sín fyrsta landsdyst sum var móti Svøríki, og var so óheppin at hann sleit krossbandið.

Hørður hevur verið undir skurð, og nú er endurvenjing á skránni.

HB liggur á fimta plássi við 45 stigum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder