Fótbóltur

HB'arnir hava gjørt seg til reiðar í Skotlandi

Vandu mikudagin á Fir Park, har føroyska liðið í kvøld fer eftir góða útgangsstøðinum. Conference League-dysturin byrjar klokkan 19.45 og kann stroymast á Solidsport - til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-07-23 11:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tíðina hava teir hjá HB kunna hugsavna seg um stóru uppgávuna móti skotska Motherwell í 2. umfari í UEFA Conference League.

Í dag er uppgávan her. HB skal royna at fáa eitt so gott útgangsstøði sum gjørligt frá dystinum á Fir Park, 131-ára gamla leikvøllinum hjá Motherwell. Frammanfyri teimum nøkrum túsund áskoðarunum skal HB eftir minst einum javnleiki, staðfestur Jákup Thomsen

Hoyr alla samrøðuna við Jákup Thomsen, sum varð gjørd árenn fráferð, her

Liðið vandi á Fir Park í gjár, og kom í góðari tíð til Skotlands. HB má vera Amidou Diop og fyrrverandi Motherwell-spælaran, Moses Ebiye, fyriuttan. Teir hava ikki fingið innfararloyvi til Stórabretland.

Sí eisini: Diop og Moses sleppa ikki til Skotlands vegna vantandi innfararloyvi

Stutt videobrot frá venjingini í gjár, við viðmerking frá venjaranum Lukaszi Cieslewicz, sæst ovast ella á Youtube-síðuni hjá HB. Rói Sørensen (RS Media) hevur gjørt

Conference League 2. umfar
Fyrri dysturin, hósdagin 23. juli á FIR Park
19.45: Motherwell - HB

Til ber at fylgja við ovast á Portalinum

Dysturin kann stroymast fyri eitt gjald á solidsport.com

Sí eisini: Vit spælarar kunnu bert hava ávirkan á vøllinum og hugsavna okkum ikki um annað

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder