Fótbóltur

Vit spælarar kunnu bert hava ávirkan á vøllinum - hugsavna okkum ikki um annað

Hetta staðfestir Jákup Thomsen, áleypari hjá HB, nú liðið skal í evropeiska eldin - stutt eftir eitt venjaraskifti og beint eftir at øll nevndin í felagnum er skift út. - - Tað hevur sjálvandi verið eitt sindur av órógvi uttanfyri, men vit líta á fólkini, sum eru rundanum.

Jákup Thomsen áðrenn fráferð mánadagin. Hóast nógv rundanum og ringa gongd fyrr í ár, trýr hann uppá tað móti Motherwell

Jákup Thomsen áðrenn fráferð mánadagin. Hóast nógv rundanum og ringa gongd fyrr í ár, trýr hann uppá tað móti Motherwell

2026-07-22 22:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er sjálvandi eitt sindur av órógvi uttanfyri, og man hoyrir eitt sindur av hvørjum. Men í síðsta enda eru vit spælarar, og tað einasta vit hava nakra ávirkan á, er tað, sum hendir á vøllinum. Og tað er tað einasta, sum vit kunnu fokusera uppá.

Hetta staðfesti Jákup Thomsen, tá Portalurin og FM1 hittu roynda HB-áleyparan í HB-húsinum, beint undan fráferð til Skotlands.

Har hevur HB-hópurin seinastu dagarnar fyrireika seg til stóru evropeisku uppgávuna móti Motherwell, sum endaði á 4. plássi í skotsku Premier League seinasta kappingarár.

Sí eisini: HB-hópuriner farin avstað í góðari tíð

Og teir hugsavna seg bert um tað, ið skal henda á vøllinum. Í HB hevur annars, sum fleiri av undanfarnu árunum, verið órógv rundanum seinastu tíðina.

Samstarvið við André Olsen slitnaði fyri beint yvir einum mánaði síðani eftir millum annað ósemju um ein ráðgeva uttanfrá. Toftamaðurinvar í sessinum í beint yvir 13 mánaðir - nakað yvir miðal hjá HB-høvuðsvenjarum seinastu árini.

Sí eisini: Fimtu ferð uppá seks kappingarár at HB skiftir venjara undan summarsteðginum

Stutt seinni steðgaði øll nevndin, og ein spildurnýggj tók við, við Helgu Ellingsgaard sum forkvinnu, í síðstu viku.

[object Object]
Tey átta, sum nú hava tikið við í starvsnenvdini hjá Havnar Bóltfelag (Mynd: Rói Sørensen/Havnar Bóltfelag)

Her er nýggja HB-nevndin

Sí eisini: Diop og Moses sluppu ikki við til Skotlands

Nú er HB í Skotlandi við Lukaszi Cieslewicz, fyrrverandi hjálpavenjara hjá André Olsen, á odda og við Teiti Matras Gestsson framahaldandi sum hjálparvenjara. 

- Vit eru tryggir við toyminum, sum vit eru farnir avstað við. Hatta eru fyrrverandi toppspælarar í føroysku deildini, við Teiti og við Lukasz, og einum dugnaligum kropsligum venjara (Gilberto Voltolina, red), , sum hevur trýst okkum seinastu tíðina. Vit kenna okkum væl fyri, staðfestir Jákup Thomsen fyri FM1 og Portalinum.

HB skal í annaðkvøld royna at fáa gott útgangsstøði á Fir Park, har liðið hevur vant í dag. Jákup Thomsen sigur, at liðið ikki er farið til Skotlands "bara fyri at leggja seg niður", og farið verður eftir minst einum javnleiki.

Hoyr alla samrøðuna við Jákup Thomsen her

Conference League 2. umfar
Fyrri dysturin, hósdagin 23. juli á FIR Park
19.45: Motherwell - HB

Til ber at fylgja við ovast á Portalinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder