07 Vestur hevur í dag sett nýggjan høvuðsvenjara, og talan er um kent andlit í føroyskum fótbólti.
Heðin Askham fer at røkja starvið sum høvuðsvenjari, tað sum er eftir av leikárinum og í 2021.
- Heðin Askham hevur drúgvar royndir sum venjari, og vit meta, at hann hevur tær royndir og tann profil, sum skal til fyri at tryggja, at 07 Vestur er ímillum tey liðini, sum koma at leika Betri fótbólt komandi ár, skrivar felagið á hemasíðuni.
Felagið sigur Julian Madsen farvæl. Hann hevur seinasta hálva annað árið verið venjari hjá vágamonnum.
- Málið hjá 07 Vestur er at vinna sær uppflyting í Betri-deildina í ár og við tað, at Julian ikki hevur neyðug venjaraloyvi at standa á odda fyri einum Betri-liði, metir nevndin tað tí skilabest at gera broytingar í venjaratoyminum nú, soleiðis at komandi høvuðsvenjarin vónandi kann flyta upp saman við liðnum, sigur 07 Vestur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald