- Mær dámar ikki at tosa um slík ting, tí teir eru partur av felagnum – av familjuni. Men tá tað er sagt, so eru reglur her, sum tú mást halda, um tú vilt verða partur av tí. Fyri meg er tað grundlegjandi, at tú ert loyalur, og at tú stríðist hvønn dag og allan partin av degnum fyri hesum.
Soleiðis segði Adolfo Sormani í gjárkvøldið, tá Portalurin spurdi hann um støðuna hjá Magnusi Holm Jacobsen og Heðini Hansen.
Sí eisini: Magnus Holm Jcobsen og Heðin Hansen ikki í HB-hópinum fyribils
Teir hava ikki vant við síðstu vikuna og vóru ikki partur av dystarhópinum til seinna Conference League-dystin móti Hajduk Split í gjárkvøldið. Tað vóru teir til fyrra dystin í Kroatia í síðstu viku, tó uttan at koma á vøllin.
Tað var eisini eftir dystin, at ósemja stakk seg upp millum spælarar og venjaratoymi. Hetta snúði um millum annað disiplin, og avleiðingin var, at Magnus og Heðin fyribils ikki vóru partur av besta-liðshópinum hjá HB.
Adolfo Sormani vildi ikki tosa ov nógv um tað, ið man halda innanýsis - í familjuni. Nú er nakað av sátt og semju funnið aftur í hesum sambandi: Heðin Hansen er aftur partur av hópinum (Mynd: Sverri Egholm)
Tað er Magnus Holm Jacobsen framvegis ikki. Hann váttar fyri Portalinum, at hann í løtuni venur við næstbesta liðnum. Annars hevur Magnus onga viðmerking til støðuna.
Heðin Hansen verður hinvegin aftur at síggja til venjing hjá Betri-hópinum hjá HB í kvøld. Hetta váttar 31-ára gamli miðvallarin fyri løtu síðani.
- Hatta er nú orðna í sátt og semju, og nú koyra vit víðari, sigur Heðin við Portalin.
Hann hevur ikki fleiri viðmerkingar, men misljóðið millum Heðin Hansen og venjaratoymi er ikki har longur. Heðin hevur sáttmála við HB til og við kappingarenda 2025. Gøtumaðurin hevur spælt 16 dystir í ár og hevur verið í felagnum í samanlagt fimm ár.
Sáttmálin hjá Magnusi Holm Jacobsen gongur út við ársenda. 24-ára gamli hoyvíkingurin kom aftur til barndómsfelagið úr 07 Vestur í vetur, men hevur spælt í bert fimm dystum í ár - serliga vegna drúgvan skaða.
Magnus Holm Jacobsen, her sum B36-spælari, var ikki á graslíkinum á Tórsvølli í gjár. Tekniskt gávaði og stríðsfúsi miðvallarin fer helst at spæla nógvar minuttir í 1. deild næstu tíðina (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald