Fótbóltur

Heidi Sevdal spælir í gulum næsta ár

NSÍ-kvinnurnar tryggjað sær stóran profil.

Reyði og svarti búnin verður skiftur út við gult. Heidi Sevdal leitar aftur til røturnar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Reyði og svarti búnin verður skiftur út við gult. Heidi Sevdal leitar aftur til røturnar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-11-27 14:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stóri profilurin í føroyskum kvinnufótbólti spælir í gulum næsta ár. Hesum boðar NSÍ frá á heimasíðuni seinnapartin.

- Heidi Sevdal hevur valt at koma heim til Løkin at spæla fótbólt, har hon byrjaði sítt fótbóltsævintýr. Vit eru glað um at síggja Heidi aftur í gulu blusini, sigur NSÍ.

NSÍ boðaði fyrr í ár frá, at felagið fór at hava eitt lið í Betri deildini hjá kvinnum komandi ár, og hava fyrireikað seg síðani.

[object Object]

30 ára gamla Heidi Sevdal er ein stórur profilur í føroyskum fótbólti, hon hevur íalt spælt 246 dystir í bestu deildini (írokna steypakapping), og hevur hesar dystirnar skorað 282 mál. Heidi hevur eisini spælt gott 50 landsdystir fyri Føroyar, har hon eisini hevur skorað fleiri mál.

Umframt Heidi Sevdal hevur NSÍ millum annað eisini tryggjað sær landsliðsleikaran Biritu Bergsdóttir Nielsen.

13 ár eru liðin, síðani NSÍ seinast var umboðað í fremstu kvinnudeildini.

Les eisini: NSÍ fer at hava lið í Betrideildini

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder