placeholder
Fótbóltur

NSÍ fer at hava lið í Betrideildini

Fyri fyrstu ferð síðani 2006 verður kvinnufótbóltur í fremstu røð í Runavík.

Hetta er hópurin hjá NSÍ í løtuni (Mynd: Hjalmar Jóhan Juul)

Hetta er hópurin hjá NSÍ í løtuni (Mynd: Hjalmar Jóhan Juul)

2019-10-24 12:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú er greitt, at NSÍ komandi kappingarár hevur lið í Betrideildini hjá kvinum. Hetta kunngjørdi nýggja síðan "NSÍ Kvinnur" á Facebook við "gleði og stoltleika" í gjárkvøldið, har skrivað varð, at tað verður stuttligt at fáa kvinnufótbólt aftur við Løkin.

Boðað varð frá, at stórur áhugi hevur verið fyri hesum, og ein arbeiðsbólkur hevur seinastu tíðina fingið hetta uppá pláss. Í 2009 hevði NSÍ felagslið saman við B68 í fremstu deildini. Annars eru 13 ár liðin, síðani NSÍ seinast var umboðað í fremstu kvinnudeildini.

Av teimum leikarunum ið higartil eru við, og sum síggjast omanfyri, hevur meginparturin umboðað B68, og seinasta árið ÍF/VÍK/B68 ella EBS/Skála. Mest  merkisverd er landsliðsleikarin Birita Bergsdóttir Nielsen, ið seinast umboðaði nýggja felagsliðið í Eysturoynni, og sum tíðliga í ár fekk ein álvarsaman knæskaða.

Hesar sum hava játtað seg at spæla fyri NSÍ byrjað at venja fríggjadagin, og fleiri verða lagdar afturat í nærmastu framtíð.

Umframt at hava lið í Betrideildini fer NSÍ eisini at hava lið í 2. deild og í U18.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder