Annað

Heiðraður sum evropameistari

Búgvi Poulsen gjørdist herfyri evropameistari í judo fyri veteranar.

Búgvi Poulsen hevur umboðað Føroyar á nógvum oyggjaleikum. Seinast í Gibraltar í 2019 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Búgvi Poulsen hevur umboðað Føroyar á nógvum oyggjaleikum. Seinast í Gibraltar í 2019 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-07-12 13:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár var lítil samkoma í judohølinum í høllini á Hálsi í sambandi við at Búgvi Poulsen herfyri gjørdist europameistari í judo fyri veteranar.

Varaborgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annfinn Brekkstein, vitjaði inn á gólvið og helt, at tað er ikki bara fót- og hondbóltur tað heila, tá vit eisini klára okkum so væl á øðrum økjum, at vit nú kunnu hátíðarhalda ein europameistara í judo.

Tað var fyri einum góðum mánaða síðani, at tað frættust tey stórtiðindi, at Búgvi Poulsen hevði vunnið europameistaraheitið fyri veteranar, sum varð hildið á Kreta.

- Hetta er einastandandi flott – eisini tí, at hetta er fyrstu ferð, at føroyingar luttaka í EM-kappingini fyri veteranar. Hugaligt eisini at síggja, at tað er lív í felagnum, segði Annfinn Brekkstein millum annað í røðu síni fyri evropameistaranum. 

[object Object]
Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, og Búgvi Poulsen, evropameistari (Mynd: torshavn.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder