2019-02-19 19:44
Hondbóltssambandið skrivar á heimasíðu sínari, at um vikuskiftið kappaðust okkara allar yngstu hondbóltsleikarar, tá skipað var fyri U8-kapping í Høllini á Hálsi í Havn.
Talan er um størsta luttakaratal nakrantíð til eina U8-kapping.Ikki færri er 53 lið úr 13 ymiskum feløgum tóku lut. Tað vóru 27 dreingjalið og 26 gentulið.
HSF skrivar, at kappingin eydnaðist væl.
Seks U8-kappingar eru gjøgnum kappingarárið. Sætta og síðsta kappingingin í kappingarárið verður leikt á Eiði og Skála tann 16. mars.
Sí myndir av øllum liðunum her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald