Lagnan hjá KÍ og B36 næstu tvær vikurnar verður greið klokkan 20 ella nakað eftir tað í kvøld:
Skal KÍ halda fram í Champions League og spæla móti svensku meistarunum Malmö FF ella missa inntøkur og heldur detta niður í Conference League? Í so fall bíðar ein long ferð til Kasakstan ella Moldova.
Skal B36 fáa tveir spennandi dystir í 2. umfari í Conference League og fáa milliónainntøkur, ella verður evropeiska summarið longu liðugt?
B36 hevur, í mun til føroyameistararnar KÍ, bert eitt skot í byrsuni. Fyritreytirnar hjá Magna Hoseth og hansara monnum eru torførar. Teir raktu ikki heilt dagin í Letllandi, og lótu seinna málið inn í 85. minutti. Hetta merkir, at B36 skal venda 0-2 til víðari luttøku (útivallarmál telja ikki), og Magne Hoseth setti í gjár á, hvussu hetta skal gerast.
Sí eisini: Hoseth - Hetta er ein risa dystur fyri okkum
Stór uppgáva hjá B36'arunum á Tòrsvølli í morgin (Mynd: Sverri Egholm)
Støðan er ein heilt onnur hjá gamla liðnum hjá Magna Hoseth. KÍ vann 2-0 í heimadystinum móti Differdange mikukvøldið - við tveimum málum frá Árna Frederiksberg.
Nú er tað á útivølli móti meistarunum úr Luksemborg, í hita og á grasi, at KÍ skal royna at tryggja plássið í 2. umfari í fremstu evropeisku kappingini. Tað fer - helst - at snúgva seg mest um at verja.
Árni Frederiksberg hevur skorað átta Champions League-mál í sjey teimum seinastu dystunum í kappingini (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Video:- Tá tað eitur Champions League fær Árni tvey mál hvørt umfar
Champions League 1. umfar, seinni dysturin
Luksemborg, mikudagin 17.07
18.00: Differdange 03 - KÍ (0-2)
Stroyming: Sæst á á ki.fo fyri eitt gjald
UEFA Conference League 1. umfar, seinni dystur
Mikukvøldið 17.07 á Tórsvølli
18.00: B36 - FK Auda (0-2)
Sí eisini: B36 skal gera bart (Myndir)
Portalurin verður á staðnum á Tórsvølli
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald