Annað

Heimaftur við gull og silvurheiðursmerki

Teitur Annand megnaði ikki at koma ígjøgnum sterku verjuna hjá mótstøðumanninum í síni DM-finalu.

Teitur Annand (t.h.) við silvri um hálsin

Teitur Annand (t.h.) við silvri um hálsin

2023-05-01 10:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroysku boksararnir David Kunoy og Teitur Annand koma heim aftur frá DM-kappingini fyri byrjarar við gull- og silvurheiðursmerki.

Leygardagin tryggjaði David Kunoy sær gull við at støðga sínum mótstøðumanni frá Kalundborg í fyrsta umfari við einum hørðum slagi í livrina.

Les eisini: David støðgaði mótstøðumanninum í DM-finaluni 

Eins lætt gekk tað ikki hjá Teiti Annand í síni finalu í lættweltervekt í gjár, tá hann

Teitur kom í finaluna við at vinna greitt á einum boksara úr Herning. Í finaluni kom mótstøðan úr Gilleleje, og hesin megnaði betri at verja seg móti sløgunum frá føroyska boksaranum.

Teitur tapti finaluna við dómaraatkvøðunum 1-4, men sambært venjaranum, Martin Meng, boksaði Teitur ein av sínum bestu dystum yvirhøvur higartil.

- Teitur boksaði heilt eftir ætlan, men fekk ikki síni sløg ígjøgnum góðu verjuna hjá mótstøðumanninum, men báðir boksarar vístu nevaleik á rættiliga høgum støði.

Samanumtikið eru væl nøgd við avrikið hjá føroysku boksarararnum hetta vikuskiftið.

- Eitt silvurheiðursmerki og eitt gullheiðursmerkið við heim til Føroyar er ein væleydnaður endi á boksiárinum hesaferð, har Teitur hevur boksað átta dystir og bert tapt tveir og David hevur boksað 10 og eisini bert tapt tveir. Hagtølini eru framvegis sterk, og vit eru sera nøgdir við avrikið og stríðsandan, sum dreingirnir hava víst í hesum kappingarárinum, sigur Martin Meng, venjari og formaður í Tórshavn Boksing. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder