Fyri triðju ferð er danski Mikkel Hansen kosin til heimsins besta hondbóltsspælara. Hann fekk eisini henda heiður í 2011 og 2015.
Altjóða hondbóltssamgongan, IHF, boðar frá á heimasíðu síni, at Mikkel Hansen er valdur til besta hondbóltsspælara fyri kalendaraárið 2018.
Hann var tilnevndur til heiðurin saman við danska liðfelaganum, Rasmus Lauge og Sander Sagosen úr Noregi, Jim Gottfridsson úr Svøríki og Vincent Gerard úr Fraklandi.
- 2018 byrjaði við EM í Kroatia, tá Hansen kom á All Star-liðið sum besti vinstri bakkurí kappingini. Her gjørdist Danmark nummar fýra. Hann skoraði 43 mál og var næstovastur á toppskoraralistanum, sigur IHF í grundgevingini.
- Nakrar mánaðir seinni var Hansen triðja árið á rað við í Champions League Final4 við Paris Saint-Germain, og gjørdust nummar trý. Harafturat vann hann bæði meistaraheitið og steypakapping í Fraklandi.
Nú eru bæði Mikkel Hansen og franski Nikola Karabatic, valdir til heimsins bestu hondbóltsspælara tríggjar ferðir, og so ofta er ongin annar kosin til heimsins besti mannligi hondbóltsspælari
Cristina Neagu úr Rumenia er vald til heimsins besta kvinnuliga hondbóltsspælara. Hetta er fjórða ferðin, at hon verður vald, og hon er sostatt tann, ið hevur fingið henda heiðurin oftast av øllum.
Cristina Neagu (Mynd: EPA)
Heimsmeistaraheitið hjá harrunum í januar í ár telur ikki við í hesi kjósanini. Her var Mikkel Hansen ein høvuðsorsøkin til, at Danmark fyri fyrstu ferð nakrantíð vann heimsmeistaraheitið. Mikkel Hansen var toppskorari í kappingini, og eisini kosin mest virðismikli leikari í kappingini.
Hesaferð var tað eitt ein serfrøðinganevnd við landsliðsvenjarum og limum í IHF, sum valdu. Fyrr hava fjepparar og miðlar havt møguleika at vera við í atkvøðugreiðsluni, men hetta miseydnaðist í 2017, tá so fáar atkvøður komu inn, at IHF valdi ikki at velja nakran hetta árið, skrivar tv2.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald