
Eftir sera tøttu dystarskránna í ensku deildinum um jól og nýggjár kemur 3. umfar í FA Cup sum ein ørvísi avbjóðing fyrsta vikuskifti í januar.
Hóast Premier League-feløgini oftast spara nógvar leikarar, er sjarman avgjørt har. Fótbóltsáhugaði kunnu í skránni í dag, millum annað byrja við at finna Newcaslte, ið skal á vitjan hjá Rochdale, sum til dagliga spælir í triðbestu deildini, og at Birmingham og Blackburn, tvey gomul Premier League-lið, bresta saman.
Einasta "Premier League-uppgerðin" verður í kvøld, tá Wolves tekur ímóti Manchester United. Í fjør hevði United sligið bæði Arsenal og Chelsea út á útivølli, áðrenn Wolves í fjórðingsfinaluni var omaná. Aftur hittast liðini á søguríka Molineux í kappingini, og úlvarnir eru lítlir favorittar móti skerdu og særdu gestunum.
Burnley, Brighton, Southampton, Leicester og Watford eru stórfavorittar á heimavølli móti mótstøðuliðið úr lægri deild. Watford kom í finaluna í fjør eftir dramatiskan hálvfinalusigur á Wolves, men í finaluni var Manchester City ein alt ov stórur biti.
Júst liðið hjá Manchester City spælir ein "typiskan" FA Cup-dyst í kvøld: Port Vale úr fjórðbestu deildini kemur á vitjan á Etihad.
Allir dystirnir byrja ein minutt eftir "vanligu" tíðarásetingina. Hetta er orsaka av átakinum hjá FA, sum eitur "Heads Up", sum snýr seg um at økja fokus á sálarligar og fysiskar trupulleikar - serliga millum dreingir. Tey "eyka" 60 sekundini skulu vísa á, hvussu nógv júst ein minuttir kann hava at siga fyri ein í familjuni ella eitt vinfólk, ið hevur tað torført.
FA Cup 3. umfar (11 dystir verða leiktir í morgin og ein mánadagin)
12:31:
Bristol City - Shrewsbury Town
Millwall - Newport County
Rochdale - Newcastle United
Rotherham United - Hull City
Birmingham City - Blackburn Rovers
Burnley - Peterborough United
15:01
Brighton & Hove Albion - Sheffield Wednesday
Cardiff City - Carlisle United
Fulham - Aston Villa
Oxford United - Hartlepool United
Southampton - Huddersfield Town
Brentford - Stoke City
Preston North End - Norwich City
Reading - Blackpool
Watford - Tranmere Rovers
17:31
AFC Bournemouth - Luton Town
Leicester City - Wigan Athletic
Wolverhampton Wanderers - Manchester United
Fleetwood Town - Portsmouth
Manchester City - Port Vale
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald