Japanski fótbóltsveteranurin Kazuyoshi Miura, heimsins elsti yrkisfótbóltsleikari, tekur enn eitt kappingarár.
Miura, sum fyllir 54 ár í februar, hevur skrivað nýggjan sáttmála við felagið Yokohoma FC, sum hann hevur spælt fyri síðan 2005. Yokohoma FC spælir í løtuni í bestu deildini í Japan.
Komandi kappingarár verður 36. kappingarárið hjá Miura, sum í Japan verður róptur "King Kazu". Seinasta kappingarár spældi hann seks dystir. Hann hevur tó einki mál skorað síðan 2017.
Sambært Ritzau hevur hann áður sagt, at hann vónar at kunna halda fram sum yrkisleikari, til hann verður 60 ár.
Kazuyoshi Miura hevur eisini spælt við útlendskum feløgum sum Santos, Genoa og Dinamo Zagreb.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald