Í gjár var fyrsti dagur við fýra HM-dystum. Tað var 1. umfar í bólki C og bólki D, ið var á skránni.
Tað vóru helst heilt fá, ið høvdu væntað, at Argentina fekk trupulleikar móti Saudiarabia, men hóast Lionel Messi legði stórfavorittarnar á odda við brotssparki tíðliga í dystinum, vann Saudiarabia. Hetta hevur millum elvt til, at tað í dag er almennur frídagur í Saudiarabia.
Eyðsýndi liðformaðurin Al Dawsari skoraði eitt frálíkt mál til 2-1, og teir í grønum hildu síðani fast næstan 50 minuttir - við yvirtíð (Mynd: EPA)
Einki mál kom í dystinum millum Danmark og Tunesia, og hetta hóvaði ikki dønum, ið nú eru undir trýsti í bólkinum - næsti dysturin er móti Fraklandi leygardagin.
Les meira:
Skelkur: Saudiarabia sigraði móti Argentina
Vónbrot hjá dønum í fyrsta dystinum
Tað endaði eisini við málleysum javnleiki hjá Meksiko og Póllandi í bólki C. Í fyrra hálvleiki hendi lítið og einki, men meira lív kom í, í seinna hálvleiki. Meksiko var omaná í opnum spæli, men tað var Pólland, ið hevði størsta møguleikan í dystinum. Hetta var tá liðformaðurin og stóra stjørnan Robert Lewandowski varð hálaður niður í meksikanska brotsteognum. Lewandowski megnaði tó ikki at fáa bóltin framvið roynda Guillermo Ochoa, ið eftir nógv stór avrik seinastu endaspølini, er vorin eitt slag av HM-legendu.
Lewandowski kundi tryggjað Pólland trý ógvuliga týdningarmikil stig, men Ochoa vildi tað øðrvísi og bjargaði royndini úr ellivu metrum (Mynd: EPA)
N'Golo Kanté, Paul Pogba og eftir óhapp venjing í síðsu viku, heimsins besti fótbóltsleikari 2022, Karim Benzema. Hesir eru allir skaddir og harvið ikki tøkir hjá Fraklandi, ið tó framvegis nóg mikið av góðsku á liðnum - í øllum førum nóg mikið til at vinna á Avstralia.
Avstalia legði seg annars á odda, men Frakland skoraði tvey mál í fyrra hálvleiki og tvey mál í seinna hálvleiki og endaði við einum tryggum sigri. Rabiot, ein av avloysarunum á sentrala miðvøllinum, skoraði og legði upp í fyrra hálvleiki og "avloysarin" hjá Benzema - Oliver Giroud skoraði tvær ferðir. Hann er nú undir liðuni á Thierry Henry sum mest skorandi franski leikarin nakrantíð (51 mál).
Úrslitini í gjár:
Bólkur C:
Í gjár, týsdagin 22. november
Argentina - Saudiarabia 1-2 (0-1)
10' Lionel Messi (br.) 1-0
48' Saleh Al Shehri 1-1
53' Salem Al Dawsari 1-2
Meksiko - Pólland 0-0
Bólkur D:
Í gjár, týsdagin 22. november
Danmark - Tunesia 0-0
Frakland - Avstralia 4-1 (2-1)
9' Craig Goodwin 0-1
27' Adrien Rabiot 1-1
32' Oliver Giroud 2-1
68' Kylian Mbappe 3-1
71' Oliver Giroud 4-1
Hesir dystirnir eru á skránni í dag, mikudagin 23. november
10.00: Marokko - Kroatia (Bólkur F)
13.00: Týskland - Japan (Bólkur E)
16.00: Spania - Kosta Rika (Bólkur E)
19.00: Belgia - Kanada (Bólkur F)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald