Annað

Heimsmeistarin sendur út við einum braki

Peter Wright spældi langt frá upp til sítt besta, og belgiski Kim Huybrechts basti skotanum við 4-1 í settum. Favoritturin Gerwyn Price spældi seg í áttandapartsfinaluna við 4-0 sigri á Raymond van Barneveld.

Peter Wright við HM-steypinum í januar. Hesaferð var skotin ikki nær námind at fáa hendur á tí (Mynd: EPA)

Peter Wright við HM-steypinum í januar. Hesaferð var skotin ikki nær námind at fáa hendur á tí (Mynd: EPA)

2022-12-28 07:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

PDC heimsmeistaraheiti er í gongd aftur í Alexandria Palace í London, og í gjárkvøldið komu nakrir áttandapartsfinalistar afturat uppá pláss. Mest áhugavrt var tó, hvør fór út: 

- Eg vann á "navninum"  Men Peter Wright, persónurin, var ikki heilt til staðar í kvøld. Tað vil eg bara vera ærligur um, og eg skal ikki tosa meg sjálvan upp. Eg spældi bara mítt spæl og tók mínar møguleikar, men vanliga spælir hann nógv betri - eini tjúgu ferðir betri. Eg veit tað, og øll onnur vit tað. Men eg vann á heimsmeistaranum og einum so høgt styrkismettum spælara, so eg eri glaður í kvøld.

Hetta segði 37-ára gamli Kim Huybrechts í "Ally Pally" í gjárkvøldið, stutt eftir at hann hevði sent Peter Wright út. Tað var ikki talan um nakran heilt tættan dysti, har maðurin sum er nummar 31 í heiminum, júst megnaði at koppa skotanum, ið er styrkismettur sum nummar tvey: Tað endaði 4-1, og miðaltalið hjá Peter Wright var 91,28, ið er væl lægri enn vanligt, og Huybrechts setti væl orð á tað í samrøðuni við Sky Sports - tað var sum um, at tann "ordligi" Peter Wright ikki møtti upp í gjárkvøldið.

Maðurin, sum vann HM í januar, vann annars 3-0 í fyrsta setti, men tapti síðani 0-3, 1-3, 2-3 og 2-3. Tað var bert einaferð - í fjórða setti - at 52-ára gamli skotin við eykenda og litríka hárinum var á veg móti einum setsigri. Huybrechts spældi bara meira sannførandi, og hann skal spæla áttandapartsfinalu hósdagin.

[object Object]Kim Huybrechts fegnast (Mynd: EPA)

Hjá nummar eitt á styrkislistanum var eingin slingur í valsinum. Walisin Gerwyn Price vann heitið í 2021 og roynir nú at koma nærri tí aftur. Raymond van Barneveld var offrið í gjárkvøldið. Hóast royndi niðurlendingurin spældi rímiliga væl, so tapti hann 4-0 fyri sterka Price.

Týskarin Gabriel Clemens vann ógvuliga spennandi dyst móti Jim Williams tíðliga í gjárkvøldið, og fyrr um dagin vann ungdómsheimsmeistarin - norðurírski Josh Rock - eisini ein sjey-settara.

Úrslitini í HM 1/16-finalunum í gjár:

Jim Williams3-4Gabriel Clemens (R3)
Gerwyn Price4-0Raymond van Barneveld (R3)
Peter Wright1-4Kim Huybrechts (R3)


Dimitri Van den Bergh4-1Krzysztof Ratajski (R3)
Nathan Aspinall3-4Josh Rock (R3)
Jonny Clayton4-1Brendan Dolan (R3)


Aftur í dag eru seks dystir á skránni, har millum annað niðurlendski Micheal van Gerwen skal royna seg.

Dystaryvirlitið sæst her 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder