Mikudagdagin var Hillerød úr triðbestu deildini bert eina brotssparkskapping frá at sláa mæta FCK, við Bendter og øðrum stórum nøvnum, út av 1/16 finaluni Sydbank Pokalen.
Niklas Bendter byrjaði inni á fyrsta sinni, síðani hann kom til FCK
FCK slapp við strekkinum á Norðursælandi, og tíðliga í gjárkvøldið var eitt annað lið úr triðbestu deildini nær við móti liði úr Superligaini. Tað var VSK Aarhus sum í grannauppgeðrini í næststørsta býnum leingi hevði leiðsluna móti AGF. Tað endaði tó við, at stóribeiggi vann eftir longda leiktíð.
Fremad Amager liggur á 6. plássi í næstbestu deildini. FC Midjylland hevur 26 dystir fyri 10 dystir og er fýra stig frammanfyri FCK í Superligaini. Heini Vatnsdal spældi allar 90 minuttir sum vinstri miðverji í 5-3-2 leikskipanini hjá heimaliðnum, ið frammanfyri einari kókandi Sundby Idrædspark framdi bragdið.
Heini Vatnsdal - her í landsdysti móti Malta - spældi ein góðan dyst í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)
Svenski miðvallarin hjá FC Midtjyllandi Jens-Lys Cajuste var sera eyðsýndur í gjár, men tíðliga í 2. hálvleiki fekk hann sítt seinna gula kort. Hetta gjørdi Fremad Amger sær dælt av. Í 65. minutti skoraði fyrrverandi FCM-áleyparin, Samson Ideye, eitt frálíkt mál og heimaliðið helt fast, har m.a Heine var eyðsýndur. Fremad Amager sló Lyngby út í umfarinum frammanundan, og er nú millum 16 tey seinastu í donsku steypakappingini.
Fótbóltur
Heini Vatnsdal og Fremad Amager slóu oddalið í Superligaini út
Talan var um eitt stórt steypakvøld á Amager í gjárkvøldið.
Heini, her í landsdysti móti Spania fyrr í mánaðinum (Mynd: Sverri Egholm)
2019-09-27 07:14
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald