Leygardagin klokkan 19 spæla KÍ og Víkingur aftur finalu um Løgmanssteypið á Tórsvølli.
Nú er dómaratoymið sett til steypafinaluna hjá monnum. Hetta skrivar bolt.fo um, og tað vísir FSF-appin/Comet eisini.
Heini Ziska Restorff Viðoy hevur seinastu árini verið altjóða dómari. Nú fær 29-ára gamli havnarmaðurin, sum dømir umboðandi FC Hoyvík, møguleikan at døma finaluna um Løgmanssteypið á fyrsta sinni.
Heini Viðoy hevur síðani 2024 fingið nakrar royndir uttanfyri landoddarnar. Seinast dømdi hann NSÍ - AB, har mest umrødda støðan var, at Petur Knudsen varð vístur av vøll fyri fyrst kjaftaslit og síðani film (tvey gul).
![]()
Heini Ziska Restorff Viðoy verur dómari til ársins størsta einstaka dyst næst komandi vikuskifti (Mynd: Sverri Egholm)
Hjálpardómarar (linjuverjarar) vera Jørleif Djurhuus og Djóni Jacobsen, sum eru umboðandi Skála.
Dagfinn Forná, sum hevur dømt fleiri finalur, stendur sum 4. dómari á Tórsvølli leygarkvøldið.
FM1 og Portalurin gera nógv burturúr steypafinaluna. Meira um hana seinni í vikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald