Fótbóltur

Heini Ziskason Viðoy dømdi sín fyrsta evropeiska dyst

Dysturin í Belfast endaði við brotssparkskapping, so talan gjørdist um eitt langt arbeiðskvøld hjá føroysku dómarakvartettini.

Heini Viðoy í Betrideildardysti fyrr í ár. Hann Jógvan Breckmann, Jørleif Djurhuus og Kári á Høvdanum høvdu spennandi uppgávu í gjárkvøldið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Heini Viðoy í Betrideildardysti fyrr í ár. Hann Jógvan Breckmann, Jørleif Djurhuus og Kári á Høvdanum høvdu spennandi uppgávu í gjárkvøldið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-18 11:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Norðurírska Crusaders vann í gjárkvøldið 3-1 á walisiska Caernarfon Town. Neyðugt varð harvið við longdari leiktíð, tí tað endaði 2-0 í Wales. Einki mál í longdu leiktíni og harvið brotssparkskapping, sum Caernarfon Town vann eftir samanlagt 16 brotsspørk.

Spennandi og dramatiskt men kanska ikki so viðkomandi fyri føroyingar - og tó. 

Talan var um fyrsta evropeiska dystin hjá Heina Ziskason Viðoy (FC Hoyvík - fyrr Undrið), síðani hann gjørdist altjóða dómari í desember í fjør. Hann hevði tó eisini nakrar U17-landsdystir í mars.

Tað var eisini ein rein føroyskt dómarakvartett í norðurírska høvuðsstaðnum í gjár: Jógvan Breckmann (AB) og Jørleif Djurhuus (Skála) vóru hjápardómari, meðan Kári á Høvdanum (Víkingur) var 4. dómari.

[object Object]
Heini Ziskason Viðoy og Jógvan Breckmann - her sum áskoðarar til ein dyst. Teir umboða FC Hoyvík og dømdu í Elite Round hjá U17 (EM) í mars. Í gjár høvdu teir 120 minuttir og brotssparkskapping í Belfast (Privatmynd)

Heini vísti gula kortið fýra ferðir sambært dómaraseðlanum - í øllum førunum til heimaliðið Crusaders. Metingin var, at 27-ára gamli havnarmaðurin kom væl frá uppgávuni.

Í brotssparkskappingini kolldømdi ein av føroysku hjálpardómarunum eina bjarging, tí málverjin týðiliga var farin av mállinjuni áðrenn skotið.

Tað er ikki heilt vist, nær næsta evropeiska uppgávuna hjá Heina Viðoy og hinum er.

Tøl: FaroeSoccer og UEFA

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder