Hondbóltur

Helgi og Kjartan skoraðu yvir helmingin av málunum í Viking-sigri

Føroyingafelagið í Stavanger hevur beina kós móti uppflyting, og føroysku landsliðsleikararnir hava ein lyklaleiklut í hesum. Í dag vann Viking sera tættan dyst móti TIF Sandefjord.

Helgi Hildarson Hoydal skoraði seks mál og varð kosin til dagsins leikara. Hann segði aftaná dystin, at liðið vísti sín sterka vilja í spenanndi dystinum, har Viking jagstraði í stórum pørtum av dystinum (Mynd: Svein Hagen/Stavanger Aftenblad)

Helgi Hildarson Hoydal skoraði seks mál og varð kosin til dagsins leikara. Hann segði aftaná dystin, at liðið vísti sín sterka vilja í spenanndi dystinum, har Viking jagstraði í stórum pørtum av dystinum (Mynd: Svein Hagen/Stavanger Aftenblad)

2019-12-14 20:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gongur væl hjá føroysku hondbóltsleikarunum í Noreg. Viking Stavanger vann í dag 24-23 frammanfyri teimum 250 áskoðarunum á heimavølli. Kjartan Johansen gjørdist toppskjútti hjá heimaliðnum við sjey málum, og Helgi Hildarson Hoydal skoraði seks mál: 

- Eg fekk sera nógv at arbeiða við á strikuni, og det er super at tað eydnast so væl í einum so umráðandi dysti. Vit byrjað báðar hálvleikirnar illa, men megnaðu at reisa okkum so mikið at vit tóku leiðsluna, ið Sandefjord hevði uppbygt. Hetta vísir stóra viljan hjá okkum. 

Hetta segði Helgi Hoydal við Stavanger Aftenblad eftir dystin. Hoyvíkingurin á strikuni var í fokus eftir dystin: Hann varð kosin til dagsins leikara:

- Tað er stuttligt at fáa slíkan heiður, og tað sær ógvuliga ljóst út hjá okkum

[object Object]
Kjartan er ein lyklaleikari í Stavanger og ein profilur í deildini (Mynd: Svein Hagen/Stavanger Aftenblad)

Viking hevur vunnið 11 útav 12 dystum í næstbestu norsku deildini, millum annað við hjálp av støðugum strikuspæli frá Helga og mongum málum og góðum spæli frá høgra bakkinum av Strondum, Kjartan Johansen. Lámi leikarin legði út sum eitt óløgi í kappingarárinum, og í dag skoraði hann avgerðandi málið.

Les meira:

Kjartan er toppskjútti i Noreg - hevur næstan 10 mál í miðal

Viking Stavenger er oddalið við 22 stigum og hevur sjey stig niður til triðja plássi, ið "bert" gevur playoff dystir. Senasti dystur undan jólaferðuni verður á útivølli móti Falk, ið er á 5. plássið, mikukvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder