Helgi Winther Olsen gjørdist tryggur vinnari av súkklukappingini LM Kring Føroyar, sum varð hildin mikudagin til sunnudagin.
Hjá kvinnunum gjørdist Maria Svabo Hansen ein líka so tryggur vinnari.
Hjá monnunum stóð kappingin millum Helga Winther Olsen og Dáva Magnussen, men av tí at Dávur ikki var við í kappingini leygardagin, kom hann ikki upp á tal at gerast samlaður vinnari, tá seinasti teinur varð súkklaður í gjár.
Kappingin byrjaði við eini tíðarkoyring úr Miðvági til Bíggjar og aftur mikudagin. Hesa kappingina vann Dávur, sum var sjey sekund skjótari enn Helgi og 78 sekund framman fyri Jákup Petur Eliassen.
Hósdagin varð súkklað um Eiðisskarð, Gøtueiði og undir Leirvíksfjørð til Klaksvíkar. Teinurin er 60 kilometrar og her vann Helgi Winther Olsen, sum var hálvanannan minutt skjótari enn Dávur og hálvansætta skjótari enn Jákup Petur.
Fríggjadagin var ein rundteinur súkklaður á Viðoynni, 62 kilometrar til samans. Her vann Dávur Magnussen, men hann var bara trý sekund skjótari enn Helgi og 2 minnuttir og 20 sekund skjótari enn Hilmar Hansen.
Leygardagin varð so farið til Suðuroyar, har súkklað varð av Tvøroyri suður til Sumbiar og norður aftur til Vágs. Ætlanin var at fara um hestin norðuraftur, men orsaka av vindi varð avgjørt at súkkla báðar vegir gjøgnum tunnilin í staðin - 52 kilometrar tilsamans.
Helgi Winther Olsen
Her vann Helgi Winther Olsen aftur. Hann var næstan fýra minuttir skjótari enn Jákup Petur Eliassen og yvir sjey minuttir skjótari enn Hilmar Hansen.
Dávur Magnussen var ikki við her, og harvið hevði Helgi Winther Olsen í veruleikanum longu tá tryggjað sær samlaða sigurin.
Seinasti teinurin varð súkklaður í gjár. 67 kilometrar úr Havn norður til Hósvíkar og aftur til Havnar eftir Oyggjarvegnum.
Aftur her gjørdist Helgi Winther Olsen vinnari, 28 sekund skjótari enn Dávur Magnussen og 30 sekund skjótari enn Jákup Petur Eliassen.
Sostatt brúti Helgi Winther Olsen 7 tímar og 49 minuttir upp á allar fimm teinarnar. Hann var 13 minuttir og 23 sekund skjótari enn Jákup Petur Eliassen og 27 minuttir skjótari enn Hilmar Hansen, sum endaði á triðja plássi samlað. 11 súkklarar gjøgnumførdu allar teinarnar.
Maria Svabo Hansen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Maria vann allar teinarnar
Hjá kvinnunum stóð kappingin millum Mariu Svabo Hansen og Elsa Maria Berg. Tær báðar súkklaðu skjótast í Vágum, Maria 17 sekund skjótari enn Elsa Maria.
Í Klaksvík var úrslitið tað sama, her var munurin knappur hálvur triði minuttir. Á Viðoynni var munurin hálvursætti minuttir og í Suðuroy 16 minuttir.
Á seinasta teininum í gjár var munurin millum tær báðar knappar 13 minuttir.
Tilsamans vann Maria Svabo Hansen LM Kring Føroyar í tíðini 9 tímer og 45 minuttir. Tað var 37 minuttir skjótari enn Elsa Maria Berg og 1 tíma og 50 minuttir skjótari enn Súsanna Eliassen, sum gjørdist nummar trý. Fýra kvinnur gjøgnumførdu allar teinarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald