Tá Andrias Edmundsson undirskrivaði sáttmálan við Hellas Verona fyrst í februar, var felagið í tungum sjógvi.
Venjarin var júst uppsagdur, og Hellas Verona var niðast í Serie A. Tá vóru fýra stig upp til bjargingina - eftir at fjórðseinasta umfar byrjaði í gjár, gjørdust skjótt 13 stig upp til 17. plássi, sum er minsta mark fyri at yvirliva.
Hetta var eftir at Lecce (nummar 17) vann sín dyst á Pisa. Júst Pisa, sum var fyrsta liðið Andrias Edmundsson spældi ímóti í Italia, flytur niður. Og eftir úrslitið í gjár er greitt, at Hellas Verona ikki kann halda sær í fremstu italsku deildini.
Til ber í besta fall at røkka 18. plássinum. 19 stig eftir 34 umfør er ikki góð úrtøka, og Verona skal spæla í Serie B næsta ár.
Andrias Edmundsson hevur víst seg væl fram í Serie A. Landsliðsspælarin hevur sáttmála við Hellas Verona trý ár fram.
25-ára gamli toftamaðurin hevur framvegis nakrar Serie A dystir eftir á hesum sinni: Í morgin er Juventus á skránni á útivølli í Torino.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald