Fótbóltur

Hellas Verona sendi Serie A-lið úr steypakappingini

Liðformaðurin Andrias Edmundsson spældi fulla tíð í miðverjuni, tá Verona vann 2-1 á Cagliari. Liðið úr Serie B er nú í 1/16-finalunum.

2026-09-04 07:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tilveran hjá Hellas Verona í Serie B er ikki byrjað væl. Niðurflytararnir hava eitt stig fyri tveir dystir, og síðsta vikuskifti gjørdi Andrias Edmundsson sjálvmál í 1-1 javnleiki móti Padova.

Men hóskvøldið reistu føroyski liðformaðurin og liðfelagir hansara seg av álvara. Hetta við 2-1 sigri á útivølli móti Cagliari.  

Abdou Harroui legði gestirnar á odda miðskeiðis í 1. hálvleiki. Cagliari javnaði í 57. Minutti, og tá líktiskt tað longdari leiktíð, eins og í undanfarna umfari hjá Hellas Verona.

Men í 87 minutti skoraði Samuele Mulattieri til 2-1, og so megnaði heimaliðið ikki at svara aftur. Andrias og hinir stóðu ímóti, og tað endaði 1-2 í Cagliari.

Ógvuliga gott úrslit fyri Verona og eitt gott avrik hjá Andrias Edmundsson. Føroyski landsliðsmiðverjin fekk góð skoðsmál og fín tøl fyri dystin, og Hellas Verona er nú í 1/16-finaluni. 

Sunnudagin spælir Verona aftur í Serie B - á heimavølli móti Arezzo - har farið verður eftir fyrsta sigrinum í landskappingini.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder