Annað

Helst ikki nógvir OL-luttakarar úr Russlandi

Íðkarar úr Russlandi og Hvítarusslandi kunnu luttaka í OL í parís undir ávísum treytum, men varaforsetin í IOC væntar ikki, at teir verða nógvir í tali.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-03-17 21:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

John Coates, varaforseti í Altjóða Olympisku Nevndini (IOC) væntar ikki, at nógvir russiskir íðkarir fara at luttaka í OL í París í summar.

– Spurningurin er, hvussu nógvir russiskir íðkarar koma, tí teir ikki sleppa at luttaka í liðítrótti, av tí at teir ikki sleppa at luttaka undir russiskum flaggi, sigur hann.

Hann leggur afturat, sambært Ritzau, at hann heldur seg hava lisið, at tað kann enda við bert 40 íðkarum.

Í desember lat IOC upp fyri, at íðkarar úr Russlandi og Hvítarusslandi kunnu luttaka í OL í París, tó undir ávísum treytum.

Eitt nú skulu teir luttaka undir uttanveltaðum flaggi, og teir sleppa ikki at hava nakað samband við herin ella fregnartænasturnar í teirra heimlondum. Tey kunnu heldur ikki "aktivt stuðla krígnum í Ukraina", og tað sama er galdandi fyri venjarar og onnur hjálparfólk.

Í desember varð boðað frá, at 11 av teimum 4.600 íðkarunum, sum tá høvdu tryggjað sær OL-luttøku vóru úr Russlandi ella Hvítarusslandi. Til samanberingar var talið á ukrainskum íðkarum 60.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder