Fótbóltur

Helst smáar broytingar á liðnum ímóti Noregi

Lars Olsen segði á tíðindafundinum seinnapartin, har Rógvi Baldvinsson eisini var staddur, at allir leikarir eru tøkir til dystin.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-06-09 17:12 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Seinnapartin var tíðindafundur hjá Lars Olsen og føroyska landsliðnum. Og tað verða helst ikki allir teir somu spælararnir, ið spæla ímóti Noreg, sum spældu ímóti Spania. Lars Olsen segði undir tíðindafundinum, at hann gekk og hugsaði um nakrar einkultar útskiftingar á liðnum. Lars Olsen hevur ofta framt skiftingar í liðnum, tá stutt tíð hevur verið ímillum dystirnar. 

Annars segði landsliðsvenjarin, at allir spælararnir eru tøkir til dystin. Leygardagurin varð brúktur til hvíld eftir dystin ímóti Spania, tá spælararnir høvdu runnið serliga nógv. Nú skal liðið skal nú venja til dystin ímóti Noregi, og tá verða helst tær síðstu avgerðirnar um uppstilling tiknar. 

Landsliðsvenjarin segði annars, at tað var eitt hevndarhuga norskt lið, ið kom til Føroya, tí teir einans høvdu fingið tvey stig seinastu tveir dystirnar, hóast teir í báðum dystum vóru á odda við tveimum málum. 

Rógvi Baldvinsson, sum er uppvaksin í Noregi, var eisini við á tíðindafundinum. Hann segði, at hann gleddi seg at møta norska liðnum, sum hann í veruleikanum altíð hevði stuðulsmaður hjá. Men hann slóð eisini fæst, at talan var um torføra uppgávu. 

- Eg haldi hettar vera eitt av teimum bestu norsku liðnum í mínari tíð, segði Rógvi Baldvinson, sum ikki spældi nógv ímóti Spania. 

Hvørki venjari ella spælari kundu seta orð á veikleikarnar hjá norska liðnum. Lars Olsen segði, at hann í norskum miðlum hevði lisið, at liðið var fyri atfinningum fyri, at teir spældu "við høvdinum undir arminum" síðstu løtuna av dystinum ímóti Rumenia fríggjadagin. Men sjálvur var hann ikki samdur í teimum atfinningunum. 

- Teir skoraðu ikki uppá sínar málmøguleikar ímóti endanum. Er tað ein veikleiki? Tað kanst tú kanska siga eftir dystin, segði Lars Olsen.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder