Hondbóltur

Her ber til at síggja European Open

Føroyar og Ísrael spæla nú klokkan 13.30 føroyska tíð, og kann tað stroymast á "Court 3" hjá EHF TV. U17-dreingirnir skulu royna at vinna sær víðari luttøku.

Føroyska liðið eftir fyrra sigurin í gjár (Mynd: Hondbóltssamaband Føroya)

Føroyska liðið eftir fyrra sigurin í gjár (Mynd: Hondbóltssamaband Føroya)

2023-07-04 13:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku U17-dreingirnir løgdu væl frá landi í European Open við tveimum sigrum. Føroyar vunnu á bæði Finnlandi og Niðurlondum í Göteborg í gjár, og nú er Ísrael á skránni.

Les eisini: Vunnu báðar dystirnar á fyrsta degnum

Ísrael spældi í morgun og hevur harvið longu spælt tríggjar dystir í kappingini. Liðið hevur, eins og Føroyar, vunnið á bæði Niðurlondum og Finnlandi. Kappingin byrjaði tó við trý-máls tapi fyri Spania, ið sær út sum sterkasta liðið í bólkinum.

Tvey av teimum fimm liðunum koma víðari, og hetta merkir, at um Føroyar vinna á Ísrael, so er plássið í millumumfarinum tryggjað.

Støðan í bólki D og yvirlit yvir kappingina sæst á eurohandball.com 

Fyrsta bríksl í Göteborg verður nú klokkan 13.30. Spælt verður 2x20 minuttir. Til ber at síggja dystin á ehftv.com. Um ein ikki hevur brúkara, kann ein slíkur gerast skjótt og ókeypis.

Dystirnir hjá Føroyum í dag eru á Court 3 - sí leinkju her. U17-dreingirnir spæla móti Spania seinni. GG: Um tað ikki kemur fram benanvegin, skal ein bert flyta pílin og trýsta á ytst til høgru, har tað stendur "Live" - ella ytst á playaranum omanfyri. So kemur myndin fram

[object Object]
Skíggjamynd: EHFTV


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder