Fótbóltur

Her ber til at stroyma dystirnar hjá KÍ og NSÍ

Tey bæði ovastu liðini í Meistaradeildini spæla í ávikavist Europa League og Conference League. Talan er um ógvuliga torførar uppgávur á útivølli - KÍ í Póllandi kann stroymast á heimasíðu felagsins, meðan NSÍ í Sveis sæst á útlendskari stroymingartænastu.

NSÍ og KÍ skulu royna at vinna sær brúkilig útgangsstøði í torførum umstøðum (Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ og KÍ skulu royna at vinna sær brúkilig útgangsstøði í torførum umstøðum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-08-06 13:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld spæla KÍ og NSÍ í sínum fyrstu dystum í 3. umfari í ávikavist Europa League og Conference League.

KÍ byrjaði sum meistari í Champions League, vann seg víðari einaferð men tapti í 2. umfari. Sum skipanin er, fer KÍ niður í næststerkastu evropeisku kappingina. Har bíðar pólska meistaraliðið, sum verður ein risabiti. Um so er, at liðið hjá Magnusi Powell ikki megnar at koma víðari har, so er ein seinasti møguleiki eftur fyri at røkka deildarspæli.

Sí eisini: KÍ spælir móti pólskum stórfelagi á stórum leikvølli

NSÍ byrjaði í 1. umfari í Conference League og hevur skrivað søgu við at koma tvær ferðir víðari - aðru ferð við at venda 0-2 frá fyrra dystinum í Føroyum til víðari luttøku í nógva hitanum og drama'inum í Slovenia. Nú skal liðið hjá Sigurdi Ragnar Eyjólfsson aftur royna at skapa ein eitt stórt úrslit - hesaferð móti uppaftur sterkari mótstøðu.

Sí eisini: NSÍ skal royna at halda evropeiska stiman í Sveis

Báðir dystirnir kunnu stroymast: Lech Poznan - KÍ kann stroymast á heimasíðu felagsins, meðan Lugano - NSÍ sæst á útlendskari stroymingartænastu

3. umfar í Europa League, fyrri dysturin
Í dag, hósdagin 6. august
18.00: Lech Poznan (Pólland) - 

Dysturin sæst fyri eitt gjald á tv.ki.fo '

3. umfar í Conference League, fyrri dysturin
Hósdagin 6. august
19.30: Lugano (Sveis) - NSÍ

Sí eisini: NSÍ skal royna at halda evropeiska stiman í Sveis

Dysturin sæst á rsi.ch ella á onefootball.com-appini

Til ber eisini at fylgja gongdini í báðum dystunum ovast á Portalinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder