Fótbóltur

KÍ skal spæla móti pólskum stórfelagi á stórum leikvølli

Pláss er fyri yvir 42.000 áskoðarum á Enea Stadion, har meistararnir í Póllandi seinastu tvey taka ímóti í kvøld klokkan 18. Dysturin sæst á heimasíðuni hjá KÍ.

Deni Pavlovic í Poznan. Royndi serbin fær stóran leiklut í risastóru uppgávuni hjá KÍ (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag/Kronberg Photography)

Deni Pavlovic í Poznan. Royndi serbin fær stóran leiklut í risastóru uppgávuni hjá KÍ (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag/Kronberg Photography)

2026-08-06 08:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir at Kauno Zalgiris varpaði KÍ úr Champions League á ólavsøku, eitur nýggja evropeiska avbjóðingin hjá greipuvinnarunum í fjør: Europa League.

Talan er um eina stóra avbjóðing - sum bolt.fo vísir á, man hetta á pappírinum vera truplasta avbjóðingin hjá KÍ síðani Lille í Conference League-bólkaspælinum í 2023. 

Lech Poznan er komið langt í júst Conference League tvær ferðir seinastu árini og hevur vunnið pólska meistaraheitið tvey tey seinastu árini. Sambært evropeisku úrslitunum seinastu fimm árini, er besta pólska deildin nummar 12 í Evropa. Føroyar eru nummar 40.

AGF vendi Champions League-uppgerðini millum liðini á nærum ótrúligan hátt, og harvið er Lech Poznan nú í Europa League og stendur sum stórfavorittur.

Fyrri dysturin í 3. umfari í næststerkastu evropeiski kappingini verður spældur á Enea Stadion í Poznan. Talan er um stóran leikvøll: Pláss er fyri yvir 40.000 áskoðarum, og nakað yvir 15.000 atgongumerki eru seld til Lech Poznan - KÍ, sum nú er.

[object Object]

[object Object]

[object Object]
KÍ'arnir, sum komu til Poznan við leiguflogfari týsdagin, vandi á stóra leikvøllinum mikukvøldið (Myndir: Klaksvíkar Ítróttafelag/Kronberg Photography)

Les eisini: KÍ spælir klokkan 18 í Póllandi - NSÍ spælir klokkan 19.30 í Sveis

Ein bólkur av fjepparum hjá Lech Poznan hava leikbann til dystin, tí órógv var við millum annað fýrverki á Enea leikvøllinum. Pólska liðið er millum annað kent fyri ein ógvuligan bólk av "ultras-áskoðarum", og dysturin í Føroyum er fluttur á Tórsvøll av trygdarávum.

Sí eisini: Fútin blandar seg uppí evropeiskan fótbólt: KÍ noyðist á Tórsvøll av trygdarávum

Liðið hjá Magnusi Powell vandi á stóra leikvøllinum í gjár og skal royna at eitt brúkiligt útgangsstøði við til dystin á Tórsvølli um eina viku.

3. umfar í Europa League, fyrri dysturin
Í dag, hósdagin 6. august
18.00: Lech Poznan (Pólland) - 

Dysturin sæst fyri eitt gjald á tv.ki.fo 

Til ber eisini at fylgja gongdini ovast á Portalinum

Sí eisini: KÍ'arnir farnir við leiguflogfari til stóru uppgávuna


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder