KÍ er í nú í Europa League, meðan NSÍ framvegis er í Conference League. Bæði liðini spæla fyrra dystin í 3. umfari hóskvøldið - í báðum førum er talan um ógvuliga torførarar útidystir.
Pólsku meistararnir taka ímóti føroysku meistarunum á stóra leikvølli sínum klokkan 18 føroyska tíð, og NSÍ spælir móti Lugano í Sveis klokkan 19.30.
Bæði liðini skulu royna at fáa brúkiligt útgangsstøði við til heimadystirnar 13. august.
3. umfar í Europa League, fyrri dysturin
Hósdagin 6. august
18.00: Lech Poznan (Pólland) - KÍ
Sí eisini: KÍ'arnir farnir við leiguflogfari til stóru uppgávuna
3. umfar í Conference League, fyrri dysturin
Hósdagin 6. august
19.30: Lugano (Sveis) - NSÍ
Sí eisini: Petur Knudsen: - Skulu á besta hátt finna orkuna til at spæla so tættar dystir
Mest sannlíkt verða dystirnir stroymdir. Til ber í øllum førum til at fylgja við ovast á Portalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald