Klokkan 11 fór flogfarið hjá Sun Air of Scandinavia uppfrá í Vágum. Kósin varð sett í ein landsynning - til Poznan har tað eftir ætlan verður lent um eina løtu.
Tað er í pólska býnum, at føroyameistararnir hóskvøldið skulu spæla fyrra dystin í 3. umfari í Europa League.
Dysturin byrjar klokkan 18, og KÍ skal royna at fáa eitt brúkligt útgangsstøði til heimadystin á Tórsvølli, sum verður hósdagin 13. august.
Sí eisini: Fútin blandar seg uppí evropeiskan fótbólt: KÍ noyðist á Tórsvøll av trygdarávum
Lech Poznan hevur vunnið tvey pólsk meistaraheitið á rað. Liðið tveitti stóra leiðslu fyri borð í heimadystinum móti AGF í síðstu viku. Harvið er Lech ikki longur í Champions League men heldur stórfavorittur at fara víðari samanlagt móti KÍ.
Árni Frederiksberg staðfesti fyri FM1 sunnudagin, eftir sigurin á B36, at hetta liðið man vera eitt stig upp í mun til Ferencvaros. Ungarska meistaraliðið er størsta liðið, KÍ higartil hevur sent út í evropeiskari kapping.
Um KÍ ikki kemur víðari, bíðari play-off í Conference League - triðju evropeisku kappingini. Har verður mótstøðuliðið Gyor (Ungarn) ella FC Riga (Lettland)
Gilli Rólantsson Sørensen umborð á flogfarinum fyrr í dag (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag/Kronberg Photography)
Teir á oddaliðnum skulu eftir beinleiðis flogferðina í dag fyrireika seg til dystin, sum verður í Poznan klokkan 18 hósdagin 6. august.
Av tí at KÍ skal spæla Europa League-dyst hósdagin er næsti landskappingardystur útsettur. HB og KÍ skuldu annars spæla Summarfestival-dyst fríggjakvøldið, men ístaðin er dysturin ásettur til mánakvøldið 10. august.
KÍ er framvegis uttan skøddu Jákup Biskopstø Andreasen og Odmar Færø, meðan Hallur Hansson hevur leikbann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald