Fótbóltur

Her er ársins lið í Premier League

Leikarar hjá Manchester City og Liverpool mynda liðið. Hazard og Salah eru ikki við, men Pogba er.

Eden Hazard er yvirraskandi ikki á Team of The Year í Premier League; Laporte er ein av seks City-leikarum

Eden Hazard er yvirraskandi ikki á Team of The Year í Premier League; Laporte er ein av seks City-leikarum

2019-04-25 15:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

PFA hevur í dag kunngjørt sítt "Team of The Year". Hetta er tað almenna ársins liðið í Premier League.

Manchester City og Liverpool hava bæði havt eitt framúr góð kappingarár, og liggja  beint undir 90 stigum nú trý umfør eru eftir. Hetta sást eisini aftur hjá PFA. Liðini ið kappast um meistaraheiti manna so at siga alt liðið. Einasta undantakið er Paul Pogba hjá Manchester United, ið er valdur til miðvøllin. Hetta er heldur yvirraskandi, tí hóast fraklendingurin hevur skotið 13 mál og lagt upp til níggju og hóast frálík avrik í byrjanini av Solskjær-tíðini, so hevur Pogba leikt langt undir støði í fleiri mánaðir av kappingarárinum. 

Eden Hazard er í uppskoti til at gerast ársins leikari, men er ikki við á ársins liðið. Hinir sum er tilnevndir eru allir við; Van Dijk, Silva og teir tríggir fremstu. Har var ikki pláss til Salah, ið er ovast á toppskjútalistanum við 19 málum saman við Aguero, og so Aubameyang, ið tað heldur var pláss fyri. Aguero er einasti leikarin frá í fjør, ið hevur fingið afturval

Í málinum varð Ederson tikin frammum landsmannin Allison. Seks leikarar eru frá City og fýra frá Liverpool. Eitt stig skilur liðini á stigatalvuni.

Ársins lið verður heiðrað sunnukvøldið, tá tað eisini verður avdúkað hvør gerst ársins leikari og ársins ungi leikari í Premier League.

Her er liðið: 

Ederson (Manchester City), Trent Alexander-Arnold (Liverpool), Virgil Van Dijk (Liverpool), Aymeric Laporte (Manchester City), Andy Robertson (Liverpool) -  Bernardo Silva (Manchester City), Fernandinho (Manchester City), Paul Pogba (Manchester United) - Raheem Sterling (Manchester City) Sergio Aguero (Manchester City), Sadio Mane (Liverpool)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder