Í kvøld kl.19.15 er fyrsta bríksl í Keypmannahavn á byrjunardegnum í HM-endaspælinum. Danmark og Kili hittast, og donsku vertirnir eru stórfavorittar.
Tað hava verið ymiskir skaðar í danska hópinum seinastu dagarnar. Nikolaj Markussen hevur darvast við skaða, sum helt honum úti í seinasta venjingardystinum, men høgi bakkurin er tó tøkur í kvøld. Tað er sterki strikuspælarin Henrik Toft Hansen ikki. Hann er serliga umráðandi í verjupartinum, har hann saman við beiggjanum René hevur verið drúgvur fyri danska liðiå.
Í seinastu viku varð Jóhan á Plógv innkallaður fyri skadda Hans Lidberg. Føroyski vongurin gjørdi tað væl í dystunum ímóti Ungarn, men Lindberg er komin fyri seg aftur, og veteranurin er í hópinum í kvøld, og sigur seg vera 100 % til reiðar til endaspælið. Tí er tað ikki sannlíkt, at 24-ára gamli føroyingurin úr Bjerringbro-Silkeborg kemur á vøllin í endaspælinum. Tað er bert um Hans Lindberg aftur fær trupulleikar, ella um Lasse Svan Hansen gerst skaddur.
Danski hópurin er sera sterkur og gerst eitt sindur sterkari, um Henrik Toft verður tøkur aftur. Hann kann skiftast inn í hópin, og tað kann Jóhan eisini. Danmark er ein av favorittunum til at vinna HM. Dysturin ímóti Kili byrjar klokkan 19.00 í kvøld, og hann kann síggjast á TV2.
Danski hópurin til dystin ímóti Kili:
Málverjar:
Niklas Landin, THW Kiel
Jannick Green, SC Magdeburg
Strikuspælarar:
René Toft Hansen, Vészprem
Anders Zachariassen, Flensburg-Handewitt
Simon Hald, Flensburg-Handewitt
Vengur:
Casper U. Mortensen, FC Barcelona
Magnus Landin, THW Kiel
Lasse Svan, Flensburg-Handewitt
Hans Lindberg, Füchse Berlin
Bakspælarar
Mikkel Hansen, PSG Paris
Nikolaj Markussen, Bjerringbro-Silkeborg
Henrik Møllgaard, Aalborg Håndbold
Mads Mensah, Rhein-Neckar Löwen
Rasmus Lauge, Flensburg-Handewitt
Morten Olsen, TSV Hannover-Burgdorf
Nikolaj Øris, Bjerringbro-Silkeborg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald