
Sunnudagin var seinasti innanhýsis dystur í tætta botnstríðnum í Betrideildini hjá monnum.
TB var tvær ferðir á odda, men tað var FC Suðuroy, sum vann seg uppum niðurflytingarstrikuna við 2-2 javnleikinum.
Sí eisini: Pætur Augustinussen: - Hatta var dramatiskt
Úrslitið hóskaði eisini fínt til 07 Vestur. Tað er tó greitt, nú trý umfør eru eftir, at 07 Vestur skal hava minst eitt stig afturat fyri at yvirliva. Tað verður ógvuliga tungt móti KÍ, sum kann avgerða FM í Sørvági. Møguleikarnir burdu verið har móti B68 og EB/Streymi, ið einki ítøkiligt hava at spæla fyri. 07 Vestur hevur so mikið góða málúrttøku, at tað telur sum ein javnbrótari.
07 Vestur hevur havt eitt vánaligt kappingarár, og FC Suðuroy hevur - við millum annað fleiri spælarum ið vóru í 2. deild í 2023 og 2022 - sett seg í fína støðu. Tað er nú leygardagin, at liðið hjá Pól Thorsteinsson hevur bestan møguleika at leggja sjógv millum seg og hini. EB/Streymur hevði góða fyrru hálvu og hevur vunnið báðar dystirnar móti FC Suðuroy í ár - men hevur ongan dyst vunnið eftir summarsteðgin. Annars bíða liðini, sum kappast um 4. plássið.
Tað sær tyngst út hjá TB, sum helst skal hava okkurt burturúr í Sarpugerði ella í Klaksvík, fyri at tað skal vera ein vón á seinasta degnum, tá B68 kemur at vitja. Tað líkist meira og meira triðju niðurflytingina seinastu trý kappingarárini, aldursforsetin hevur verið í Betrideildini. Men man skal ongantíð døma TB at vera úti.
Dystarskráin hjá kappingarneytunum í botninum seinastu trý umførini
FC Suðuroy:
25. umfar, leygardagin 4. oktober: EB/Streymur (Heima)
26. umfar, sunnudagin 19. oktober: Víkingur (Heima)
27. umfar, leygardagin 25. oktober: B36 (Úti)
07 Vestur:
25. umfar, leygardagin 4. oktober: KÍ (Heima)
26. umfar, sunnudagin 19. oktober: B68 (Úti)
27. umfar, leygardagin 25. oktober: EB/Streymur (Heima)
TB:
25. umfar, leygardagin 4. oktober: Víkingur (Úti)
26. umfar, sunnudagin 19. oktober: KÍ (Úti)
27. umfar, leygardagin 25. oktober: B68 (Heima)
Støðan eftir 24 umfør:
Tvey lið fara beinleiðis niður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald