Fótbóltur

FC Suðuroy er nú omanfyri strikuna aftur

Útiliðið kom tvær ferðir aftur í dramatiska botnbrakinum. Javnleikurin við Stóra var tó heldur ikki so galið úrslit hjá 07 Vestur - hjá TB sær nú ógvuliga tungt út, í mun til at yvirliva.

2025-09-28 19:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Satt botnbrak hevur verið við Stóra í Trongisvági í kvøld. Uppflytararnir og Suðuroyarliðini vóru bæði undir niðurflytingarstrikuni undan dystinum í fjórðseinasta umfari.

FC Suðuroy hevur nú strítt seg uppum. Teir á liðnum hjá Pól Thorsteinsson kunnu vera meira nøgdir en TB'arnir - bæði í mun til stigatalvuna og dystargongd í dag, men eftir síðsta bríksl við Stóra sá eingin serliga nøgdir út.

Teir í 07 Vestur-leguni kundi tó sættast við hetta. Eftir 5-1 tapið fyri NSÍ fyrr í dag var greitt, at liðið á 8. plássi fór at verða yvirhála - tá var javnleikur í Suðuroynni tó frægasti møguleikin á pappírinum hjá 07 Vestur, sum nú skal hava minst eitt stig seinastu trý umførini fyri at yvirliva.

Góð høgg fyri steðgin og tætt allan vegin

Sum væntað gjørdist tað ein ógvuliga inntensur dystur í Trongisvági. Mongu áskoðararnir gjørdu sítt, og tað var allatíðina spenningur í.

Nikolei Johannesen, sum varð keyptur heim úr Danmark til dystin, legði TB á odda tíggju minnuttir fyri steðgin. Hetta við beinleiðis hornasparki.

[object Object]

[object Object]
TB'arnir fegnast eftir at FC Suðuroy málverji og verja ikki fingu fatur á hornasparkinum hjá Nikolei Johannesen (Myndir: Sverri Egholm)

Liðformaðurin hjá FC Suðuroy vildi tó eisini vera við, og skoraði Pætur Augustinussen eins og í 3-2 sigrinum við Stóra fyrst í august. Hetta var eisini við góðum skoti, sum fór í TB-netið umvegis stongina.

TB trýsti frá byrjan í 2. hálvleiki og eftir hornaspark frá Nikolei Johannesen endaði bólturin hjá Musah Armah, ið var avgjørdur: 2-1 og aftur frøi á heimáskoðarunum. 

Aldursforsetin stóð síðani til at fara frammum FC Suðuroy og 07 Vestur í yvir tjúgu minuttir. FC Suðuroy stríddist tó væl og søkti at málinum, sum ungi Olivur Øster vardi væl. Tíggju minuttir fyri steðgin glapp tó: Innskifti og lívligi Emmanuel Andorful legði væl inn fyri úr høgru, og við aftaru stong var ein annar innskiftari. Fyrrverandi TB'arin Olivur Thomsen vendi nakað skeivt, tá hann setti høvdið á bóltin, men hann sigldi væl í netið.

2-2 og tað varð endaliga úrslitið hóast stórar møguleikar seinastu løtuna. Bæði liðini fóru sum vera man eftir sigrinum, men fyri FC Suðuroy vardi Jimmy Abdul væl fyri á strikuni, áðrenn hann eisini kom kom fyri tveir minuttir seinni, tá Nikolei Johannesen kundi verið púra fríur. Í hinum endanum rakti Hunter Bell stongina, tá tíðin næstan var farin.

24. umfar í Betrideildini hjá monnum
Í dag, sunnudagin 28. september

TB - FC Suðuroy 2-2 (1-1)
36' Nikolei Johannesen 1-0
44' Pætur Augustinussen 1-1
58' Musah Armah (Nikolei Johannesen 2-1)
81' Olivur Renéson Thomsen (Emmanuel Andorful) 2-2

Sí meira um dystin her

Sí støðuna her:

[object Object]

Hini úrslitini í dag: 


B36 - Víkingur 1-1 (1-0)
25' Símun Sólheim (Hannes Agnarsson) 1-0
52' Jákup Johansen (Ingi Jonhardsson) 1-1

Reytt kort: 55' Ragnar Samuelsen (Seinna gula)

Sí meira um dystin her

Les eisini: Sama støða í stríðunum um 2. pláss og 4. pla´ss

EB/Streymur - HB 0-4 (0-3)
26' Emil Grønn Pedersen (Noah Mneney) 0-1
43' Emil Grønn Pedersen (Heðin Hansen) 0-2
45' Emil Grønn Pedersen (Bartal Wardum) 0-3
57' Ási Dam (Lassana Faye) 0-4

Sí meira um dystin her

07 Vestur - NSÍ 1-5 (1-3)
13' Michal Przybylski (Klæmint Olsen) 0-1
23' Klæmint Olsen (Brandur Olsen) 0-2
25' Daniel Obbekjær (Brandur Olsen) 0-3
42' Mikkel Hyllegaard (Jónas Prior) 1-3
46' Michal Przybylski (Petur Knudsen) 1-4
66' Klæmint Olsen (Jann Julin Benjaminsen) 1-5

Sí meira um dystin her

B68 - KÍ 3-3 (2-0)
3' Jóhan Josephsen (Hanus Højgaard) 1-0
12' Marjus Nón 2-0
51' Hallur Hansson 2-1
56' Filip Brattbakk (Patrik Johannesen) 2-2
70' Jóhan Josephsen (Hanus Højgaard) 3-2
86' Daniel Johansen 3-3

Sí meira um dystin her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder