HB vann leygarkvøldið stórsteypið l við sigri á arvafíggindanum KÍ. Tað var við einum ungum liði, og millum annað einum 16-ára gomlum áleypara sum málskjútta - Dávidi Reynheim.
Les meira: Unga HB-liðið vann stórsteypið
Mikkel Dahl er skaðadarvaður, og sum bolt.fo skrivar, so hava afrikansku vengurnir - Mohammed Samba og Emmanuel Duah - ikki loyvini uppá pláss enn. Adrian Justinussen er farin til Hillerød, Mads Borchers varð seldur til bestu svensku deildina í summar, Jákup Thomsen spælir ikki í ár, so HB hevur leitað eftir meira álopskendum styrki.
Nú er greitt, at 25-ára gamli danin Jakob Johansson hevur skrivað undir eitt-árs sáttmála við steypavinnararnar. Hesum boðar HB frá í dag. Sambært Transfermarket hevur hann spælt 114 dystir og skorað 24 mál í næstbestu donsku deildini. Í steypakappingini er úrttøkan 11 mál í 17 dystum.
Tað mesta hevur verið við HB Køge, men seinastu árini hevur Johansson umboðað Fremad Amager og Helsingør. Hann stóð uttan sáttmála eftir ársskifti.
1,81 metra høgi álepyarin kom ígjøgnum í FC Nordsjælland, sum hann fekk sínar fyrstu Superliga dystir fyri. Síðani skifti nýggi HB'arin til Randers.
Partarnir hava gjørt sáttmála fyri 2024. Jakob Johansson er komin til landið og verður beinanvegin tøkur fyri HB. Sum ski skal Adolfo Sormani hava ein spælara í hópin afturat - helst verður talan um ein miðvallara
HB tekur í 1. umfari ímóti NSÍ. Tað verður sunnudagin klokkan 18, har nýggi áleyparin helst fær sínar fyrstu minuttir.
Sí eisini: Lagt verður til brots í Betrideildini leygardagin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald