1. umfar í Betrideildini varð leikt leygardagin. Tá vóru allir fimm dystirnir í umfarinum á skránni.
Í 2. umfari verður ein dystur leygardag. Hann verður við Stóra í Trongisvági, har TB og KÍ, ið bæði taptu við tveimum málum í 1. umfari, hittast.
Tríggir dystir verða "vanliga" tíð - sunnudagin klokkan 15, áðrenn EB/Streymur og NSÍ enda umfarið.
Harvið er umfarið spreitt nakað út. Merkisvert er, at allar uppgerðirnar eru "botn-fimm móti topp-fimm í mun til stigatalvuna seinastu árini, og tað sum væntast kann verður í ár.
2. umfar í Betrideildini:
Leygardagin 16.05
14.00: TB - KÍ
Sunnudagin 17.05
15.00:
B36 - AB
ÍF - HB
Víkingur - Skála
17.00:
EB/Streymur - NSÍ
Støðan eftir 1. umfar:
1. NSÍ (3 stig)
2. B36 (3 stig)
3. ÍF (3 stig)
4. HB (3 stig)
5. AB (1 stig)
6. Víkingur (1 stig)
7. EB/Streymur (0 stig)
8. Skála (0 stig)
9. TB (0 stig)
10. KÍ (0 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald