Fótbóltur

Her eru dýrastu flytingarnar

Flytingarvindeygað letur aftur klokkan 23.

2019-01-31 11:18 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fótbóltsfeløg kring Evropa arbeiða í løtuni hart við at fáa seinastu flytingarnar í lag áðrenn flytingarvindeygað steingir klokkan 23 í kvøld.

Men nøkur feløg hava longu fingið sínar leikarar uppá pláss. Higartil dýrasta handil hevur Chelsea gjørt, tá teir longu næsta dagin flytingarvindeygað var opið keyptu Christian Pulisic fyri 478 milliónir krónur frá Borussia Dortmund. Pulisic er tó útleigaður til Borussia Dortmund restina av kappingarárinum.

Eitt annað navn á listanum er Emiliano Sala, sum hvarv, tá hann fleyg úr Fraklandi til Wales, eftir at Cardiff keypti leikaran frá Nantes fyri 127 milliónir krónur.

Her eru 10 tær dýrastu flytingarnar higartil:

  • 1. Christian Pulisic - fra Dortmund (Tyskland) til Chelsea (England). Prísur: 478 millioner kr.
  • 2. Leandro Paredes - fra Zenit (Rusland) til Paris Saint-Germain (Frankrig). Prísur: 351 millioner kr.
  • 3. Paulinho - fra FC Barcelona (Spanien) til GZ Evergrande (Kina). Prísur: 314 millioner kr.
  • 4. Lucas Paquetá - fra Flamengo (Brasilien) til AC Milan (Italien). Prísur: 261 millioner kr.
  • 4. Krzysztof Piatek - fra Genoa (Italien) til AC Milan (Italien). Prísur: 261 millioner kr.
  • 6. Dominic Solanke - fra Liverpool (England) til Bournemouth (England). Prísur: 158 millioner kr.
  • 7. Talisca - fra Benfica (Portugal) til GZ Evergrande (Kina). Prísur: 143 millioner kr.
  • 8. Amadou Haidara - fra RB Salzburg (Østrig) til RB Leipzig (Tyskland). Prísur: 142 millioner kr.
  • 9. Brahim Diaz - fra Manchester City (England) til Real Madrid (Spanien). Prísur: 127 millioner kr.
  • 9. Emiliano Sala - fra Nantes (Frankrig) til Cardiff (England). Prísur: 127 millioner kr.

Keldur: Transfermarkt, TV2

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder