Leygardagin, 29. apríl, var FM í amboðsfimleiki í FIMI í Havn. Kappast varð um FM heitið fyri einstaklingar (all-round) og hvørt amboð sær.
Ellivu ymiskir føroyameistarar vóru. Í fleiri aldursbólkum var heilt spennandi. Niðanfyri sæst yvirlit yvir øll, ið vunnu heiðursmerki - við myndum. Til ber eisini at síggja tað á heimasíðuni hjá Fimleikasambandinum
Kvinnur:
Astrið Nanly Breckmann vann í øllum greinunum
Kvinnuunglingar:
Mia Højgaard (í miðjuni) fekk harða kapping frá Ronju Johannesen (t.v.), ið eisini er úr Havnar Fimleikafelag
Stig 7 (Gentur)
Marin Danielsen (HF)
Stig 6 (Gentur)
Frá vinstru: Angela Simonsen, Anna Sofía Bjarnastein og Maria í Stórustovu. Angela vann eina grein, Maria bjóðaði eisni av, men Anna Sofía var sterkast samanlagt
Stig 5 (Gentur)
Stig 4 (Gentur)
Jóna N. Thomsen úr HF gjørdist føroyamiestari. Maria Høgnesen (HF) og Aleksandra Fríðudóttir (Støkk) gjørdist púra javnar, og vunnu - eins og Eva José dos Santos úr Flog, hvør sína grein
Menn:
Teitur K. úr Hjøllum úr HF gjørdist føroyameistari. Torleivur Christiansen (t.v.) vann í tveimum greinum. Bjarki í Jákupsstovu úr Støkk fekk bronsu
Mansunglingar:
Bjarki Johannesen føroyameistari í Mansunglingum
Dreingir
David H. Dalsgarð vann FM í harðari kapping við Ari Poulsen (t.v) úr Støkk. Ednar á Sondum úr Støkk (t.h.) fekk bronsu
Smádreingir:
Ási Arnoldson úr Støkk gjørdi reint borð. Hjørtur Gøte - eisini úr Støkk (t.v.) - vann sær silvur, og Andras Pauli Dam úr Ljósinum fekk bronsu um hálsin
Piltar
Villiam E. Apol vann FM-heitið. Serliga Tollakur Djurhuus bjóðaði av, og vann hann í ringunum. Brandur N. Sivertsen endaði við bronsu
Kelda: fimleikur.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald