placeholder
Fótbóltur

Her eru málini frá áttandapartsfinalunum

38 mál vórðu skoraði mikukvøldið. FSF Varpið hevur samlað tey.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-04-13 08:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Allar áttandapartsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið vórðu leiktar mikudagin. Næstan fimm mál vórðu skoraði í miðal, har tey 14 í Hoyvík trektu miðaltalið upp.

Les eisini: Samandráttur frá stóra steypadegnum  

Nøkur mál vóru sera flott; millum annað seinna málið hjá Árna Frederiksberg fyri B36 móti 07 Vestur og málið hjá Dávid Lisberg fyri FC Suðuroy í Suðuroyaruppgerðini í Trongisvági. Hesi málini og hini 36 kunnu síggjast í FSF Varpinum omanfyri.

Fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá monnum verða spældar 2. Páskadag, mánadagin 22. apríl:

Víkingur – B68
HB – B71
Skála – TB
B36 – KÍ.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder