Árliga ársins spælara tiltakið, sum FM1 og Miðlahúsinum skipa fyri í samstarvi við FSF, er á skránni á Hotel Hafnia í annaðkvøld klokkan 20.30.
Á Fótbóltsgalla 2019 verða bestu leikararnir í ymiskum bólkum kosnir - bæði hjá monnum og kvinnum. Tað eru leikarar, venjarar og miðlafólk, ið hava atkvøtt.
Her eru tey tilnevndu hjá monum:
Ársins leikari:
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Árni Frederiksberg, B36
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Ársins ungi spælari:
Jákup B. Andreasen, KÍ
Petur Knudsen, NSÍ
Adrian Justinussen, HB
Ársins málverji:
Teitur M. Gestsson, HB
Kristian Joensen, KÍ
Tórður Thomsen, NSÍ
Ársins verjuspælari:
Jesper Brinck, KÍ
Jóannes K. Danielsen, KÍ
Andrias H. Eriksen, B36
Ársins miðvallari:
Jákup B. Andreasen, KÍ
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Árni Frederiksberg, B36
Ársins áleypari:
Patrik Johannesen, KÍ
Páll A. Klettskarð, KÍ
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Ársins A-landsliðsspælari (Nations League íroknað):
Atli Gregersen, Víkingur
Hallur Hansson, AC Horsens (DK)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Ársins venjari:
Jákup á Borg, B36
Heimir Guðjónsson, HB
Mikkjal Thomassen, KÍ
Ársins dómari:
Eiler Rasmussen
Petur Reinert
Alex Troleis
Kelda: in.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald