Tað kom bara eitt mál í dystinum, og tað var eisini nokk til at tryggja Føroyum trý stig móti lítla fjallalandinum Andorra.
Hósdagin skoraði Klæmint Andrasson Olsen til 1-0 móti Malta, og aftur í dag var hann á blettinum, tá hann og Hallur Hansson við samanspæli hegnisliga fingu sett bóltin inn.
Tróndur Arge, ítróttarjournalistur, hevur lagt eina upptøku av málinum á Twitter. Sí her:
Not a #beauty this time around but a goal from Klæmint A. Olsen secured a 1-0 win over Andorra in the @EURO2020 #NationsLeague. This is the first time since 1997 that the Faroe Islands win 2 competitive games in a row. Great start for coach Håkan Ericson #ANDFRO #winning pic.twitter.com/vzHkDD7wEj
— Tróndur Arge (@ArgeTrondur) September 6, 2020
Les eisini: Sannførandi føroyskt avrik í Andorra
Lagið var eisini gott eftir dystin. Sí upptøku niðanfyri:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald