Tríggir dystir verða seinnapartin leiktir í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum.
Víkingur tekur móti NSÍ í Sarpugerði, Skála og AB bresta saman á Skála og EB/Streymur tekur ímóti TB í Hólmanum á Eiði.
Dysturin millum Víkingur og NSÍ verður sendur á Rás1, og kann síggjast ókeypis við at stovna brúkara hjá Televarpinum. Hinir báðir dystirnir verða eisini stroymdir, og atgongd kann keypast fyri 39 krónur ella við at hava stóra pakkan hjá Televarpinum.
Fylg við her
(Eisini ber til at fylgja við støðuni í dystunum á forsíðuni á Portalinum)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald