Fótbóltur

Hervør Olsen best í apríl

Eftir eina sera spennandi atkvøðugreiðslu gjørdist Hervør Olsen úr KÍ tann fyrsta at vinna nýggja heiðurin.

Hervør Olsen og Fríðin Ziskason (Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

Hervør Olsen og Fríðin Ziskason (Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

2022-04-30 19:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Toppskorarin hjá oddaliðnum er blivin landskend fyri síni flikkflakk omaná málskoringar – nú er hon kosin besti spælarin hjá kvinnum hendan mánaðan.

Í samstarvi við Betri og Effo, er Fótbóltssambandið farið undir at heiðra besta spælaran hjá kvinnum og monnum hvønn mánað. Betri Deildin hjá kvinnum fór av bakkastokki síðst í mars, og eftir fimta umfar hava venjarar og fjølmiðlafólk givið síni boð uppá, hvør spælari hevur gjørt tað best hendan mánaðan.

Eftir eina sera spennandi atkvøðugreiðslu gjørdist Hervør Olsen úr KÍ tann fyrsta at vinna nýggja heiðurin. Kára Djurhuus úr EBS/Skála bleiv nummar tvey, og síðan stóð á jøvnum millum Leu Lisberg úr EBS/Skála og Livyan Silva úr B36. Tað var ein ovfarin og sera fegin Hervør, sum varð heiðrað undan dystinum millum KÍ og 07 Vestur við Djúpumýru.

– Tað kemur óvart á meg at vinna hendan heiðurin, men tað er sjálvandi stuttligt og motiverandi. Vit hava fingið eina góða byrjan uppá kappingina, og tað er liðavrikið, sum altíð liggur fremst í huganum, sjálvt um hetta eisini er stuttligt, sigur kviki áleyparin.

Fyri heiðurin fekk Hervør Olsen eitt gávubræv á 1500 krónur frá Effo, umframt eina glasstandmynd. Fríðin Ziskason, starvsnevndarlimur í Fótbóltssambandi Føroya handaði henni vinningin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder