placeholder
Fótbóltur

Hesa ferð eydnaðist tað hjá Solskjær og hansara monnum

Newcastle kom á odda á Old Trafford, men heimaliðið vann at enda trygt.

Martial og Solskjær kundu fegnast. Fraklendingurin skoraði tvær ferðir móti liðnum hjá Steve Bruce (Mynd: EPA)

Martial og Solskjær kundu fegnast. Fraklendingurin skoraði tvær ferðir móti liðnum hjá Steve Bruce (Mynd: EPA)

2019-12-26 19:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Næstseinasti dystur í Premier League á Boxing Day varð leiktur á Old Trafford. Manchester United tók ímóti Newcastle United við gomlu verjukempuni hjá teimum reyðu, Steve Bruce, á odda. Newcastle hevur staðið seg betri enn teir flestu spádómarnir søgdu undan kappingarbyrjan, meðan Manchester United hevur havt sína ringastu byrjan í Premier League - undan dystinum høvdu bæði liðini 25 stig fyri 18 dystir. 

6. oktober vann Newcastle 1-0, tá liðini hittust á St. James Park. Tá var tað 19-ára gamli Matty Longstaff, ið avgjørdi dystin við einum dreymahøggi í sínari Premier League-debut. Miðvallaranum dámar væl at spæla ímóti Manchester United; tá eitt korter var leikt í kvøld, setti hann bóltin flatt og hart niður í málhornið. 1-0 málið kom eftir at Fred misti bóltin, og útiliðið gjørdi skjótt av. Minuttin áðrenn var Newcastle eisini sera nær við eftir eina umstilling.

Hjá monnunum hjá Bruce var hetta tó einasta góða løtan í dystinum. Stutt seinni javnaði Anthony Martial við hørðum og fløtum skoti, ið sníkti seg innum nærru stong. Hetta var eftir eitt vælleikt álop hjá heimaliðnum. Tíggju minuttir fyri hálvleik eydnaðist høga trýstið hjá teimum reyðu væl, og 18-ára gamli Mason Greenwood var eirindaleysur, tá hann fekk bóltin nakað til høgru uttanfyri brotsteigin. Tað bleiv eisini 3-1 fyri steðgin. Aron Wan-Bissaka legði væl innfyri úr høgru, og glóðheiti Rashford hoppaði væl upp og stútaði bóltin í málið. 

Newcaslte spældi ikki nakran góðan dyst, og Sean Longstaff gav fimm minuttir inn í 2. hálvleik Martial ein fríleypara. Fraklendingurin var ísakaldur og takkaði fyri. Eftir hetta var heimaliðið ágangandi eina løtu afturat, áðrenn dysturin fór í tómgongd. Martial og Rashford vórðu spardir, og Paul Pogba spældi allan 2. hálvleik fyri McTominay. Liðið hjá Solskjær hevur havt tað ógvuliga trupult í favorittleiklutinum alt árið, men 4-1 sigurin í dag var sannførandi, og United er nú fýra stig frá 4. plássinum.

Nú klokkan 20.00 verður oddadystur í Leicester, har Liverpool vitjar.


Premier League, 19. umfar
Boxing Day, 26. desember

Manchester United - Newcaslte
4-1

Úrslitini fyrr í dag:
Tottenham – Brighton 2-1 
Aston Villa – Norwich 1-0
Bournemouth – Arsenal 1-1
Chelsea – Southampton 0-2
Crystal Palace - West Ham 2-1
Everton – Burnley 1-0
Sheffield United – Watford 1-1


(20.00): Leicester - Liverpool

Í morgin: Wolves - Manchestter City

Støðan: 
1. Liverpool (49 stig)**
2. Leicester (39 stig) *
3. Manchester City (38 stig)*
4. Chelsea (32 stig)
5. Tottenham (29 stig)
6. Sheffield United (29 stig)
7. Manchester United (28 stig)
8. Wolves (27 stig)
9. Crystal Palace (26 stig)
10. Newcastle (25 stig) 
11. Arsenal (24 stig)
12. Burnley (24 stig)
13. Everton (22 stig)
14. Southampton (21stig)
15. Brighton (20 stig)
16. Bournemouth (20 stig)
17. West Ham (19 stig)*
18. Aston Villa (18 stig)
19. Watford (13 stig)
20. Norwich (12 stig)

Ein dyst færri*
Tveir dystir færri**




 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder